Landsfelag Pensjónista

Landsfelag Pensjónista fær stuðul á § 12 á fíggjarlógini. Stuðulin verður latin til skrivstovuhald og annað virksemi hjá landsfelagnum, t.d. blaðið Sólsetur og norðurlendskt samstarv.

Landsfelagið hevur eisini til uppgávu at ráðgeva landsstýrisfólkinum í øllum málum, ið viðvíkja eldri.