MEGD

MEGD er eitt meginfelag fyri 24 limafeløg, ið tilsamans hava umleið 4000 limir. Limafeløgini fevna um 4 ymsar bólkar av brekum nevniliga rørslubrek, medisinsk brek, samskiftisbrek og sálarlig/ neurologisk brek.

MEGD arbeiðir við brekaðpolitikki, ið fevna um øll samfelagsviðurskiftir. MEGD ráðgevur og tekur sær ikki av  einstaklingamálum, - tað gera tey einstøku limafeløgini.

Meginfelagið verður stjórnað av eini starvsnevnd, ið telur 5 limir. 
Nevndin hevur fund eina ferð um mánaðin og annars eftir tørvi.

Starvsnevndin hevur ábyrgd av rakstri felagsins.

Snarslóð