Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Endamálið við Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark er m.a.:

  • at veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum,
  • at upplýsa um nevnda økið mótvegis einstaklingum, myndugleikum og stovnum í Danmark,
  • at virka sum millumlið millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar í Danmark og í Føroyum á nevndu økjum.

Ráðgevingin hevur tveir fastløntar sosialráðgevarar í starvi. Virksemið hjá ráðgevingini heldur til í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og á Sjúklingahotellinum Tórshavn.