Serlig bútilboð til heimleys

Serlig bútilboð eru skipaði sbrt. § 47 í løgtingslóg um almanntrygd og tænastur. Serlig bútilboð verða veitt persónum við víttfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.

Endamálið við serligu bútilboðnum er at veita umsorgan og hjálp til gerandisvirksemi og talan kann bæði vera um dag- og náttartilboð. Tað eru tríggir felagsskapir, sum fáa stuðul frá landinum til at skipa serlig bútilboð.  Frelsunarherurin og Blái Krossur hava virksemi í Tórshavn og felagsskapurin Soli deo Gloria í Klaksvík.