Sinnisbati

Sinnisbati hevur sum endamál at bøta um korini hjá teimum sálarsjúku og virkar fyri tolsemi og betri fatan av menniskjum, sum eru sálarsjúk.

Sinnisbati veitir upplýsingar um sálarsjúku og viðgerðarmøguleikar, stuðlar samstarvi millum avvarðandi at sálarsjúkum, stovnar, læknar og onnur umframt skipar fyri fyribyrgjandi tiltøkum, gransking og øðrum, ið virka sálarheilsufremjandi.

Sinnisbati er eitt av feløgunum í MEGD. Sinnisbati fær stuðul á § 12 á fíggjarlógini til virksemi felagsins.

Snarslóð