Serlig bútilboð

Sambært § 47 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur kann landsstýrisfólkið skipa ella góðkenna serlig bútilboð til persónar við víttfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.

Tað almenna hevur ikki skipað serlig bútilboð, men veitir stuðul til virksemið. Í dag eru 3 felagsskapir, sum fáa stuðul frá landinum til serlig bútilboð. Frelsunarherurin og Blái Krossur hava virksemi í Tóshavn, meðan felagsskapurin Solo deo Gloria veitir serlig bútilboð í Klaksvík. Almannaverkið fær umsóknir og viðgerð hesar eftir reglum, ásettar í kunngerð um serlig bútilboð.