Almannamálaráðið   >   Faroese Edition   >   Arbeiðsøki   >   Tænastur   >   Umlætting

Umlætting

Umlætting er ein tænasta, hvørs endamál er at lætta um hjá foreldrum, hjúnafelaga/maka ella øðrum avvarðandi, sum eru  umsorganarpersónar hjá persóni, sum hevur likamligt ella sálarligt brek ella hevur sosialar trupulleikar. Umlætting kann eisini hava til endamáls at menna persónligar og sosialar førleikar hjá persónum, sum búgva einsamallir og hava avmarkað samband við onnur fólk.

Umlætting fer fyri tað mesta fram á umlættingarstovnum, sum eru skipaðir kring landið. Tó er eisini møguleiki fyri at veita umlætting gerandisdagar, umframt summarumlætting eftir tørvi.

Tað kunnu eisini vera støður, har ein familja hevur tørv á náttarumlætting fyri at megna gerandisdagin og fyri at kunna varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tá kunnu foreldrini fáa umlætting, skipað sum hjáveru og vøku í heiminum, ella er t.d. eisini møguleiki fyri, at barnið fer á eitt bútilboð at sova.

Snarslóð