Vardir bústaðir

Vardur bústaður kann veitast persóni, sum hevur týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar. Um persónur hevur týðandi brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar verður mett út frá tørvinum á umsorgan, hjálp og stuðli til dagligt virksemi, undir hesum tørvinum á persónligari røkt.

Endamálið við varda bústaðnum er at skapa eitt heim har borgarin við neyðugari hjálp og stuðli kann búleikast og liva eitt fyri hann sjálvstøðugt, støðugt, innihaldsríkt og virkið lív.

Vardir bústaðir eru at meta sum bústaðir, sum er heim borgarans ein stóran part av lívinum. Orsøkin til, at heitið longur varandi bústaður verður nýtt, er, at persónar á vardum bústaði, kunnu, eins og onnur fólk, fáa ein so mikið stóran tørv, at hesin ikki longur er hóskiligur, og tørvur verður á at flyta til annan meira hóskiligan bústað, ið t.d. er útgjørdur at veita neyðuga røkt.

Vardir bústaðir, ið eru meira varandi bútilboð verða skipaði við heimild í § 32 í forsorgarlógini og kunnu skipast sum búfelagsskapir, sambýli og røktarbústaðir.

Búfelagsskapir eru sermerktir við samanbygdum ella tættliggjandi sjálvstøðugum íbúðum við egnari inngongd og møguligum felagshøli. Búfelagsskapir eru ætlaðir persónum, sum eru væl fyri, men tó í ávísan mun hava tørv á, at starvsfólk er um tey.

Sambýli eru sermerkt við sjálvstøðugum íbúðum, felagshøli og felags virksemi. Hesi eru fyri fólk, sum hava tørv á nógvari hjálp og stuðli frá starvsfólki. Sambýli kunnu somuleiðis skipast sum røktarbústaðir, ætlað fólki, ið umframt nógvan sosialpedagogiskan stuðul eisini hava tørv á persónligari røkt.

Snarslóð