Spurningar og svar í sambandi við nýggju pensjónsskipanina

  • Hví er tað neyðugt við nýggjari pensjónskipan?

    Galdandi pensjónsskipan hevur alsamt truplari við at tryggja teimum pensjónistum, ið ikki hava eina munandi uppsparing ella framíhjáinntøku eina nøktandi upphædd at liva av. Tí verða stig tikin til at tryggja veikastu pensjónistunum eitt hægri útgjald og at tryggja, at almannapensjónin verður javnað árliga frameftir. Hetta verður gjørt við at hækka Samhaldsfasta og seta sjálvvirkandi javning av almannaveitingum í verk.

    Núverandi skipan er eisini stirvin og ótíðarhóskandi, tí hon tekur ov lítið atlit til umstøðurnar hjá tí einstaka. Galdandi skipan leggur ikki uppfyri, at alsamt fleiri í dag eru so væl fyri, at tey vilja arbeiða longur enn til pensjónsaldurin.

    Talið av fólki í fólkapensjónsaldri veksur skjótt hesi árini, við góðum 200 árliga.

    Gongdin hevur við sær, at samlaða talið av fólki, ið eru 67 ár og eldri, fer at vaksa úr 7.500 upp í umleið 12.500. Tey 16-66 ára gomlu hava í mong ár verið umleið 63-64% av fólkinum, tey verða í framtíðini 55-56%. Tey, ið eru undir 16 ár eru í dag 23% av fólkinum, teirra partur minkar niður í gott 20%.

    Hinvegin fara tey 67 ára gomlu og eldri at gerast ein munandi størri partur. Tey eru í dag umleið 15% av fólkinum, men í framtíðini verður næstan fjórði hvør føroyingur omanfyri 66 ár.

    Aldursbýtið hevur beinleiðis ávirkan bæði á almennu útreiðslurnar og almennu inntøkurnar. Sum heild kann sigast, at tey í arbeiðsførum aldri – í meðal – hava við sær eina nettoinntøku fyri tað almenna, meðan tey heilt ungu og tey eldru – í meðal – hava við sær eina nettoútreiðslu.

    At talið av fólki í arbeiðsførum aldri minkar lutfalsliga í mun til hinar aldursbólkarnar, hevur tí við sær, at almennu inntøkurnar minka lutfalsliga í mun til almennu útreiðslurnar, og fíggjarliga haldførið í almenna búskapinum versnar.

  • Hvørji eru aðalmálini við nýggju pensjónsskipanini?

    Flokkarnir eru samdir um, at pensjónsskipanin framvegis skal vera grundað á 3 súlur – almenna pensjón, samhaldsfasta og egna uppsparing. Flokkarnir eru í sama viðfangi samdir um, at ein framtíðar pensjónsskipan skal:

    1. Tryggja hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku
    2. Gera tað meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur
    3. Styrkja fíggjarliga haldførið og framtíðartryggja vælferðarsamfelagið

    Nýggja pensjónsskipan er býtt sundur. Frá 2020 verður talan um tvær skipanir. Persónar, ið gerast 67 ár eftir 31. desember 2019 koma undir allar ásetingarnar í semjuni. Teirra skipan verður hereftir nevnd nýggj skipan.

    Verandi pensjónistar og fólk, sum fylla 67 ár fyri 1. januar 2020, koma ikki undir allar ásetingarnar í semjuni. Tey verða einans fevnd av hækkingini í Samhaldsfasta og av sjálvvirkandi javningini. Teirra skipan verður hereftir nevnd verandi skipan.

     

  • Hví eru tvær skipanir?

    Endamálið við tveimum skipanum er at veita tryggleika um inntøkugrundarlagið hjá teimum, sum longu eru pensjónistar og hjá teimum, sum eru um at gerast pensjónistar. Hesi sleppa nú undan at verða rakt av broytingum við stuttum skotbrái.

    Tey fáa tó hægri útgjald úr Samhaldsfasta og veitingarnar verða árliga prístalshækkaðar, og tað fer at hækka samlaðu pensjónina hjá verandi pensjónistum – eisini frameftir. Gjørt verður tó vart við, at hjá teimum, ið onga aðra inntøku hava enn almenna pensjón og Samhaldsfasta, hevur tað ikki stórvegis fíggjarligan týdning, hvørjari skipan tey eru í. Tey fáa øll hægri pensjón enn í dag, og á leið sama útgjald í báðum skipanum. Í krónum og oyrum fáa tey 1000 krónur meira at liva fyri mánaðarliga eftir skatt við øllum broytingum

  • Hvussu verður almenna pensjónin í verandi skipan?

    Almenna pensjónin í verandi skipan verður óbroytt, og harvið framhaldandi samansett av trimum veitingum, sum eru grundupphædd, viðbót og viðbótini til ávísar pensjónistar (brennistuðul).

    Skattafría grundupphæddin verður óbroytt 3.589 kr. fyri støk um mánaðin, og 2.733 kr. fyri gift um mánaðin.

    Grundupphæddin verður framhaldandi ikki mótroknað í aðrari inntøku.

    Skattskyldugu viðbøturnar verða óbroyttar 3.771 kr. um mánaðin fyri støk og 3.031 kr. um mánaðin fyri gift.

    Viðbótin verður framhaldandi mótroknað við 60% í inntøku omanfyri 61.900 kr. árliga.

    Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður framhaldandi helvtin av inntøkuni hjá báðum tilsamans. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður varðveitt í gomlu skipan.

    Skattafría viðbótin til ávísar pensjónistar á 7.608 kr. árliga verður framhaldandi veitt til húsarhald, har inntøkan er í mesta lagi 60.000 kr. árliga fyri støk og 80.000 kr. árliga fyri hjún.

  • Hvussu verður almenna pensjónin í nýggju skipanini?

    Almenna pensjónin í nýggju skipanini verður samansett av grundupphædd og viðbót. Viðbótin og viðbótin til ávísar pensjónistar verða løgd í eina veiting, soleiðis at skipanin gerst meira einføld. Persónar í nýggju skipanini fáa tí ikki viðbót til ávísar pensjónistar. Tey fáa í staðin hægri viðbót.

    Skattafría grundupphæddin verður óbroytt, og gerst tann sama sum í gomlu skipanini, 3.589 kr. fyri støk um mánaðin, og 2.733 kr. fyri gift um mánaðin.

    Grundupphæddin verður mótrokningarfrí upp til 30.000 kr. árliga.

    Grundupphæddin verður mótroknað við 25% í inntøku omanfyri 30.000 kr. árliga.

    Skattskyldugu viðbøturnar hækka til 4.779 kr. um mánaðin fyri støk og 3.537 kr. um mánaðin fyri gift.

    Viðbótin verður í 2020 mótrokningarfrí í árligari inntøku upp til 202.300 kr. fyri støk og 161.200 kr. fyri gift. Mótrokningarfría upphæddin fyri grundupphædd verður javnað árliga, og í tí sambandi verður mótrokningarfría upphæddin fyri viðbótina ásett soleiðis, at mótrokning í viðbót altíð tekur við, eftir at grundupphæddin er fult mótroknað.

    Mótrokning í viðbót lækkar úr 60% niður í 40%.

    Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður einans persónliga inntøkan hjá tí einstaka. Inntøka hjá hjúnafelaga verður ikki roknað uppí. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður strikað í nýggju skipan.

     

  • Hvussu broytist lógarkravda eginuppsparingin?

    Lógarbundna minstakravið til egna pensjónsuppsparing lækkar nú úr 15% niður í 12%. Tað vil siga, at bundna gjaldið lækkar 3%.

    Bundna gjaldið hækkar við 1% árliga upp í 12% frá 2026 – í staðin fyri 15% frá 2029.

    Aldursmarkið fyri nær fólk skulu rinda til egna pensjón, ið er 21 ár, verður avtikið. Eisini skal rindast til eftirløn av flestu almennum veitingum og av útgjaldið úr ALS og trygdargrunninum hjá fiskimonnum.

    Ásetingin, ið sigur, at egin uppsparing er partur av felags búgvi við hjúnaskilnað, verður styrkt. Bert sáttmáli um serogn kann gera, at vikið verður frá ásetingini.

  • Hvussu verði eg mótroknaður?

    Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning í almennari pensjón verður framhaldandi samansett av skattskyldugu inntøkuni (sambært skattalógini) og inntøku frá kapitalvinningi (inntøka eftir kapitalvinningsskattalógini, t.d. rentur og vinningsbýti). Inntøka frá sosialum pensjónum og útgjald úr Samhaldsfasta verður framhaldandi ikki talt við.

    Útgjald av forskattaðari lívrentu og lutaeftirløn, ið er inngoldin eftir 1. januar 2012, verður frá 2020 tald við í inntøkugrundarlagið fyri mótrokning. Broytingin er bara galdandi fyri tey í nýggju skipan.

  • Hvussu hækkar pensjónsaldurin?

    Pensjónsaldurin hækkar fyrstu ferð úr 67 ár upp í 67½ ár tann 1. januar 2025. Hann hækkar aftur úr 67½ ár upp í 68 ár tann 1. januar 2030.

    Síðani verður ein skipan við livitíðar indeks sett í verk frá 2035. Fimta hvørt ár skal pensjónsaldurin eftirmetast í mun til gongdina í miðal lívsævi hjá 65 ára gomlum.

    Pensjónsaldurin kann í mesta lagi hækka ½ ár fyri hvørja eftirmeting. Talan kann sostatt í mesta lagi verða um ½ ára broyting fimta hvørt ár.

    Broyting í pensjónsaldrinum skal fráboðast við 10 ára ávaring.

  • Hvussu kann eg útseta mína pensjón?

    Við nýggju pensjónsskipanini verður møguligt at útseta fólkapensjónina. Um ein persónur, ið hevur rokkið pensjónsaldur, velur at útseta fólkapensjónina, verður mánaðarliga pensjónin hægri, tá persónurin velur at gerast pensjónistur.

    Kortini verður ikki møguleiki fyri at útseta útgjaldið úr Samhaldsfasta. Samhaldsfasti verður framhaldandi útgoldin við fólkapensjónsaldur.

  • Hvussu kann eg framskunda pensjónina?

    Við nýggju pensjónsskipanini verður møguligt at fara frá fyri pensjónsaldur og fáa pensjón vegna kroppsligt ella sálarligt slit av arbeiðsávum.

    Framskundað pensjón kann verða játtað upp til 3 ár áðrenn fólkapensjónsaldur. Tað vil siga, at aldursmarkið verður 64 ár í 2020. Tá pensjónsaldurin hækkar, so hækkar aldursmarkið samsvarandi.

  • Hvussu verður pensjónsskatturin broyttur?

    Við nýggju pensjónsskipanini verður pensjónsskatturin ikki longur flatur. Hann verður broyttur frá 40% flatskatti til ein skatt sum er stigvaksandi í skattskyldugari inntøku.

    Er skattskylduga inntøkan í árinum kr. 235.000 ella lægri, verður rindað 30% av samlaða inngjaldinum sama árið.

    Er skattskylduga inntøkan í árinum hægri enn kr. 235.000, men ikki hægri enn kr. 330.000, verður rindað 35% av samlaða inngjaldinum sama árið.

    Er skattskylduga inntøkan í árinum hægri enn kr. 330.000, verður rindað 40% av samlaða inngjaldinum sama árið

     

     

  • Hvussu verður mótroknað millum hjún?

    Mótrokning millum hjún verður strikað fyri tey, ið gerast pensjónistar í nýggju skipan frá 2020. Hetta hevur við sær, at veitingarnar til pensjónistar ikki verða ávirkaðar av, hvørja inntøku hjúnafelagin hevur.

     

  • Hvussu verður Samhaldsfasti í framtíðini?

    Bæði inngjaldið og útgjaldið í Samhaldsfasta hækkar komandi árini.

    Hækkingin í inngjaldinum fer væntandi at hava við sær, at útgjaldið hækkar umleið 1.200 kr. um mánaðin. Harumframt verður talan um árligar prístalshækkingar. Roknað verður við, at mánaðarliga útgjaldið verður umleið 1.600 kr. hægri í 2020 enn í 2017. Útgjaldið í 2017 er 4.025 kr. um mánaðin. Útgjaldið verður væntandi 5.635 kr. um mánaðin í 2020.

    Eftir ætlan hækkar inngjaldið úr 2,25% upp í 2,5% frá 1. juli 2018. Frá 1.januar 2019 hækkar inngjaldið úr 2,5% upp í 2,75%, og frá 1. januar 2020 hækkar tað aftur úr 2,75% upp í 3,0%.

    Roknað verður við, at hækkingarnar – umframt árliga javningin á 3% - hava við sær, at mánaðarliga útgjaldið verður góðar 1.600 kr. hægri í 2020 enn í 2017.

    Rættur til útgjald úr samhaldsfasta verða dagførdar soleiðis, at tey, ið hava rindað inn í skipanina síðan byrjan, og eru búsitandi í Føroyum, fáa fult útgjald.

    Fyri tey, sum eru búsitandi í Føroyum, verður samsvar millum rætt til fólkapensjón og rætt til útgjald úr Samhaldsfasta.

    Persónar, sum arbeiða uttanlands, kunnu velja at verða undantiknir at gjalda til AMEG um teir eru sosialt tryggjaðir uttanlands. Velja persónar ikki at gjalda til AMEG missa teir rættin til samsvarandi útgjald úr AMEG.

    Útgjaldið úr Samhaldsfasta verður framhaldandi ikki mótroknað, um pensjónistur hevur aðra inntøku. Útgjaldið verður framhaldandi tað sama, uttan mun til inntøku.

    Pensjónsaldurin í Samhaldsfasta verður framhaldandi tann sami sum fyri fólkapensjón. Broytist pensjónsaldurin fyri almannapensjón, so broytist pensjónsaldurin í Samhaldsfasta samsvarandi.

     

  • Hvussu fer pensjónsnýskipanin at ávirka fíggjarliga haldførið í Føroyum?

    Mett verður, at uppskotið til pensjónsnýskipan bøtir munandi um fíggjarliga haldførið sum frá líður.

    2025

    2030

    2035

    2040

    2045

    2050

    2055

    2060

    Betran av haldføri í 2016-kr.

    110

    193

    286

    367

    452

    540

    615

    733

    Betran av haldføri í mun til BTÚ

    0,6%

    1,1%

    1,6%

    2,1%

    2,6%

    3,0%

    3,4%

    4,0%

    Sum víst omanfyri, so verður roknað við, at nýskipanin betrar haldførið stigvíst komandi 40 árini. Í 2060 verður mett, at nýskipanin bøtir um fíggjarliga haldførið við eini upphædd, sum samsvarar við góðar 700 mió. kr. í dagsins krónum. Talan verður um umleið 4% av BTÚ.

  • Verða almennu pensjónirnar prístalshækkaðar?

    Sjálvvirkandi javning av almennu pensjónini verður sett í verk. Eisini mótrokningarfríu upphæddirnar verða árliga javnaðar.

    Sama javning verður eisini galdandi fyri flestu almannaveitingar.

    Javnað verður árliga við miðaltalinum av:

    1. Árligu gongdini í prístalinum
    2. Árliga lønarvøkstrinum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

     

  • Fara lønarlíknandi veitingarnar at geva eftirløn omaná?

    Lønarlíknandi og tíðaravmarkaðar almannaveitingar fara frameftir at verða eftirlønargevandi. Sama verður galdandi fyri útgjald úr ALS-skipanini og fyri minstuløn úr Trygdargrunninum.

    Bundna eftirlønargjaldið verður lagt afturat veitingunum, soleiðis at tær ikki lækka.

     

  • Hvussu ávirkar pensjónssemjan inntøkurnar hjá kommununum?

    Hvussu ávirkar pensjónssemjan inntøkurnar hjá kommununum?

    Roknað verður við, at pensjónsnýskipanin samanlagt verður til fíggjarligan fyrimun fyri kommunurnar sum frálíður. Fyrstu árini javnviga meirinntøkurnar so nøkulunda við meirútreiðslurnar, men sum frálíður verður talan um eina munandi meirinntøku. Roknað verður við umleið 24 mió. kr. í 2030.

    Mió. kr.

    2018

    2019

    2020

    2021

    2022

    2023

    2024

    2025

    2026

    2027

    2028

    2029

    2030

    Broytingar í Samhaldsfasta

    2

    10

    14

    15

    15

    16

    17

    16

    17

    18

    18

    19

    18

    Broytingar í Eftirlønarlógini

    0

    -14

    -14

    -13

    -13

    -13

    -12

    -12

    -12

    -20

    -29

    -37

    -37

    Broytingar í fólkapensjón

    0

    0

    1

    3

    4

    6

    7

    19

    21

    23

    24

    26

    40

    Kommunurnar tilsamans

    2

    -4

    2

    4

    7

    9

    11

    24

    26

    20

    14

    7

    22

    Kommunurnar hava sum heild fyrimun av, at Samhaldsfasti hækkar. Hóast kommunurnar sum arbeiðsgevari skulu rinda eitt hægri inngjald, so hevur økta útgjaldið við sær hægri skattainntøkur frá teimum, sum fáa úr Samhaldsfasta.

    Kommunurnar missa samanlagt av broytingunum í Eftirlønarlógini. Serliga stigvaksandi skatturin og lækkaða bundna gjaldið hava við sær, at inntøkurnar verða minni. Hinvegin hevur tað at aldursmarkið fyri inngjald verður avtikið, við sær hægri inntøkur frá pensjónsskatti. Eisini tað at flestu almannaveitingar, útgjald úr ALS-skipanini o.a. verður eftirlønargevandi økir um inntøkurnar frá pensjónsskatti.

    Broytingarnar í viðbót og mótrokning hava við sær vaksandi skattainntøkur til kommunurnar so hvørt talið av pensjónistum í nýggju skipanini veksur.

    Harumframt verður roknað við øktum kommunuskatti í sambandi við at pensjónsaldurin hækkar. Hægri pensjónsaldur økir um lønargjaldingarnar og harvið um inntøkurnar.

  • Hvørjar eru skiftisreglurnar í mun til Samhaldsfasta?

    Talan er um eina skiftisreglu, sum tekur atlit til teir persónar, sum høvdu havt rætt til fult gjald úr grunninum, um fortreytirnar fyri útgjaldi ikki vórðu broyttar frá 1. juli 2009.

    Ásetingin leggur upp til, at brokskipanin, t.v.s. avmarkingin hjá persónum, ið hava búð í Føroyum styttri enn 40 ár, meðan teir vóru millum 15 og 67 ár, í minst møguligan mun rakar persónar, ið høvdu rætt til fult útgjald úr grunninum eftir gomlu skipanini