Spurningar og svar í sambandi við nýggju pensjónsskipanina


Galdandi pensjónsskipan hevur alsamt truplari við at tryggja teimum pensjónistum, ið ikki hava eina munandi uppsparing ella framíhjáinntøku eina nøktandi upphædd at liva av. Tí verða stig tikin til at tryggja veikastu pensjónistunum eitt hægri útgjald og at tryggja, at almannapensjónin verður javnað árliga frameftir. Hetta verður gjørt við at hækka Samhaldsfasta og seta sjálvvirkandi javning av almannaveitingum í verk.

Núverandi skipan er eisini stirvin og ótíðarhóskandi, tí hon tekur ov lítið atlit til umstøðurnar hjá tí einstaka. Galdandi skipan leggur ikki uppfyri, at alsamt fleiri í dag eru so væl fyri, at tey vilja arbeiða longur enn til pensjónsaldurin.

Talið av fólki í fólkapensjónsaldri veksur skjótt hesi árini, við góðum 200 árliga.

Gongdin hevur við sær, at samlaða talið av fólki, ið eru 67 ár og eldri, fer at vaksa úr 7.500 upp í umleið 12.500. Tey 16-66 ára gomlu hava í mong ár verið umleið 63-64% av fólkinum, tey verða í framtíðini 55-56%. Tey, ið eru undir 16 ár eru í dag 23% av fólkinum, teirra partur minkar niður í gott 20%.

Hinvegin fara tey 67 ára gomlu og eldri at gerast ein munandi størri partur. Tey eru í dag umleið 15% av fólkinum, men í framtíðini verður næstan fjórði hvør føroyingur omanfyri 66 ár.

Aldursbýtið hevur beinleiðis ávirkan bæði á almennu útreiðslurnar og almennu inntøkurnar. Sum heild kann sigast, at tey í arbeiðsførum aldri – í meðal – hava við sær eina nettoinntøku fyri tað almenna, meðan tey heilt ungu og tey eldru – í meðal – hava við sær eina nettoútreiðslu.

At talið av fólki í arbeiðsførum aldri minkar lutfalsliga í mun til hinar aldursbólkarnar, hevur tí við sær, at almennu inntøkurnar minka lutfalsliga í mun til almennu útreiðslurnar, og fíggjarliga haldførið í almenna búskapinum versnar.