Spurningar og svar í sambandi við nýggju pensjónsskipanina


Flokkarnir eru samdir um, at pensjónsskipanin framvegis skal vera grundað á 3 súlur – almenna pensjón, samhaldsfasta og egna uppsparing. Flokkarnir eru í sama viðfangi samdir um, at ein framtíðar pensjónsskipan skal:

  1. Tryggja hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku
  2. Gera tað meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur
  3. Styrkja fíggjarliga haldførið og framtíðartryggja vælferðarsamfelagið

Nýggja pensjónsskipan er býtt sundur. Frá 2020 verður talan um tvær skipanir. Persónar, ið gerast 67 ár eftir 31. desember 2019 koma undir allar ásetingarnar í semjuni. Teirra skipan verður hereftir nevnd nýggj skipan.

Verandi pensjónistar og fólk, sum fylla 67 ár fyri 1. januar 2020, koma ikki undir allar ásetingarnar í semjuni. Tey verða einans fevnd av hækkingini í Samhaldsfasta og av sjálvvirkandi javningini. Teirra skipan verður hereftir nevnd verandi skipan.