Spurningar og svar í sambandi við nýggju pensjónsskipanina


Almenna pensjónin í nýggju skipanini verður samansett av grundupphædd og viðbót. Viðbótin og viðbótin til ávísar pensjónistar verða løgd í eina veiting, soleiðis at skipanin gerst meira einføld. Persónar í nýggju skipanini fáa tí ikki viðbót til ávísar pensjónistar. Tey fáa í staðin hægri viðbót.

Skattafría grundupphæddin verður óbroytt, og gerst tann sama sum í gomlu skipanini, 3.589 kr. fyri støk um mánaðin, og 2.733 kr. fyri gift um mánaðin.

Grundupphæddin verður mótrokningarfrí upp til 30.000 kr. árliga.

Grundupphæddin verður mótroknað við 25% í inntøku omanfyri 30.000 kr. árliga.

Skattskyldugu viðbøturnar hækka til 4.779 kr. um mánaðin fyri støk og 3.537 kr. um mánaðin fyri gift.

Viðbótin verður í 2020 mótrokningarfrí í árligari inntøku upp til 202.300 kr. fyri støk og 161.200 kr. fyri gift. Mótrokningarfría upphæddin fyri grundupphædd verður javnað árliga, og í tí sambandi verður mótrokningarfría upphæddin fyri viðbótina ásett soleiðis, at mótrokning í viðbót altíð tekur við, eftir at grundupphæddin er fult mótroknað.

Mótrokning í viðbót lækkar úr 60% niður í 40%.

Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður einans persónliga inntøkan hjá tí einstaka. Inntøka hjá hjúnafelaga verður ikki roknað uppí. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður strikað í nýggju skipan.