Spurningar og svar í sambandi við nýggju pensjónsskipanina


Almenna pensjónin í verandi skipan verður óbroytt, og harvið framhaldandi samansett av trimum veitingum, sum eru grundupphædd, viðbót og viðbótini til ávísar pensjónistar (brennistuðul).

Skattafría grundupphæddin verður óbroytt 3.589 kr. fyri støk um mánaðin, og 2.733 kr. fyri gift um mánaðin.

Grundupphæddin verður framhaldandi ikki mótroknað í aðrari inntøku.

Skattskyldugu viðbøturnar verða óbroyttar 3.771 kr. um mánaðin fyri støk og 3.031 kr. um mánaðin fyri gift.

Viðbótin verður framhaldandi mótroknað við 60% í inntøku omanfyri 61.900 kr. árliga.

Inntøkugrundarlagið fyri mótrokning hjá giftum, har bæði eru pensjónistar, verður framhaldandi helvtin av inntøkuni hjá báðum tilsamans. Tað vil siga, at mótrokning millum hjún verður varðveitt í gomlu skipan.

Skattafría viðbótin til ávísar pensjónistar á 7.608 kr. árliga verður framhaldandi veitt til húsarhald, har inntøkan er í mesta lagi 60.000 kr. árliga fyri støk og 80.000 kr. árliga fyri hjún.