Spurningar og svar í sambandi við nýggju pensjónsskipanina


Bæði inngjaldið og útgjaldið í Samhaldsfasta hækkar komandi árini.

Hækkingin í inngjaldinum fer væntandi at hava við sær, at útgjaldið hækkar umleið 1.200 kr. um mánaðin. Harumframt verður talan um árligar prístalshækkingar. Roknað verður við, at mánaðarliga útgjaldið verður umleið 1.600 kr. hægri í 2020 enn í 2017. Útgjaldið í 2017 er 4.025 kr. um mánaðin. Útgjaldið verður væntandi 5.635 kr. um mánaðin í 2020.

Eftir ætlan hækkar inngjaldið úr 2,25% upp í 2,5% frá 1. juli 2018. Frá 1.januar 2019 hækkar inngjaldið úr 2,5% upp í 2,75%, og frá 1. januar 2020 hækkar tað aftur úr 2,75% upp í 3,0%.

Roknað verður við, at hækkingarnar – umframt árliga javningin á 3% - hava við sær, at mánaðarliga útgjaldið verður góðar 1.600 kr. hægri í 2020 enn í 2017.

Rættur til útgjald úr samhaldsfasta verða dagførdar soleiðis, at tey, ið hava rindað inn í skipanina síðan byrjan, og eru búsitandi í Føroyum, fáa fult útgjald.

Fyri tey, sum eru búsitandi í Føroyum, verður samsvar millum rætt til fólkapensjón og rætt til útgjald úr Samhaldsfasta.

Persónar, sum arbeiða uttanlands, kunnu velja at verða undantiknir at gjalda til AMEG um teir eru sosialt tryggjaðir uttanlands. Velja persónar ikki at gjalda til AMEG missa teir rættin til samsvarandi útgjald úr AMEG.

Útgjaldið úr Samhaldsfasta verður framhaldandi ikki mótroknað, um pensjónistur hevur aðra inntøku. Útgjaldið verður framhaldandi tað sama, uttan mun til inntøku.

Pensjónsaldurin í Samhaldsfasta verður framhaldandi tann sami sum fyri fólkapensjón. Broytist pensjónsaldurin fyri almannapensjón, so broytist pensjónsaldurin í Samhaldsfasta samsvarandi.