ST sáttmálin um rættindi einstaklinga, ið bera brek

Í mai 2009 samtykti Løgtingið sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi einstaklinga, ið bera brek.

Í næstum skal Føroya Landsstýri lata ST eina frágreiðing um, hvat ið verður gjørt fyri at halda skyldur Føroya sambært ST- sáttmálanum um rættindi einstaklinga, ið bera brek.

Føroyska frágreiðingin er partur av donsku frágreiðingini, ið skal latast ST innan 17. apríl 2020.

Seinast Føroyar lótu ST eina frágreiðing í hesum sambandi var í 2011. Endamálið við hesum frágreiðingum er at vísa á og hava eftirlit við, hvørji framstig verða gjørd á økinum.

Saman við áhugafeløgunum hevur MEGD latið gjørt ein evnislista, ið lýsir støðuna úr sjónarhorninum hjá áhugafeløgunum. Evnislistin er grundarlagið undir spurningunum frá ST-nevndini, sum frágreiðingin roynir at svara. MEGD fer væntandi at lata eina skuggafrágreiðing seinni í ár.

Innan 1 ár eftir, at frágreiðingin er latin ST, verður skipað fyri einari hoyring í Genève, har serfrøðinganevndin, ið varðar av Sáttmálanum, hevur møguleika at seta nærri spurningar til innihaldið í frágreiðingini.

Tað er Almannamálaráðið, ið hevur havt uppgávuna at samskipa føroyska íkastið til frágreiðingina.

Brekpolitiskar grundreglur

Sí Brekpolitisku grundreglurnar her

ST sáttmálin um rættindi einstaklinga, ið bera brek

Sí sáttmálan her

Lættlisin útgáva

Uppskotið ið varð samtykt kann lesast her

Í september 2014 viðgjørdi ST-nevndin, ið kannar rættindi teirra sum bera brek, fyrstu frágreiðingina úr Danmark, Føroyar og Grønland. Viðmerkingarnar frá nevndini kunnu lesast her