18.05.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

100 ára føðingardagur hjá Aksel Jacobsen

100 ára føðingardagur hjá  Aksel Jacobsen
1 / 4

Í dag 18. mai 2023 hevur verið hildin føðingardagur í Meinigheitshúsinum í Havn, nú Aksel Jacobsen fyllir 100 ár. Nógv fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Aksel og ynskja honum til lukku. Eisini var Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum var har og helt hon røðu fyri Aksel.

Niðanfyri ber til at lesa røðuna:

Góði Aksel

Hesin dagurin er ein sermerktur dagur fyri tygum og tygara kæru. Ein rættur hátíðardagur, nú tygum rundar tey 100 árini. Tað er ikki nógvum unt! Og eg má siga, at tað er mær ein stórur heiður og eg gleðist um, at fáa høvi, at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Stóra takk fyri tað.

Tó so, tygum kenna til stóran føðingardagar. Vit minnast, at tú var við í sendingini “Við Tórði á túri, við nøkrum av okkara elstu”. Har vit hoyrdu teg, tá 98 ára gamlan, siga frá saman við 103 ára gomlu systrini Silvia H. Berg, sála og tá 100 ára gomlu svigarinnan Mathilda Jacobsen, sála, sum øll hava búleikast á trøðni við Dalavegin.

Har á Peturstrøð búleikaðist tygum til í 2019, tá tygum flutti á Ellisheimið. Foreldrini vóru Jákup Hans úr Havn og Jacobina Jacobsen úr Norðadali. Pápin, Jákup Hans, sigldi sum motorpassari, og fór so seinastu árini á Bacalao, meðan mamman Jacobina var heimaarbeiðandi.

Sjálvur eru tygum føddur í 1923 og næst yngst av fimm systkjum, tvær systrar og tríggir beiggjar. Systkini vóru Sylvia H. Berg, Hanna Olsen, Petur Jacobsen og Edmund Jacobsen. Aksel, tit systkini hava verið so sera tætt knýtt, øll hava búð á somu trøð, og hava tey gingið inn til hvønn annan at vitja so at siga fleiri ferðir um dagin.

Peturstrøð er í dag mitt í býnum, men í tygara barndómi langt uttanfyri Havnina, tó við einum so sera góðum útsýni, eisini út á sjógv.

Har var ikki tætt bygt tá, men afturat tygara barnaheimi, við tykkum fimm systkjunum, vóru onnur fimm børn niðri á Dunga og so tey uppi í Syðradali. Longri niðri búðu tey hjá Jóhan hjá Hans Peturi, Fugloyar Anna, tey í Mortansstovu, hjá Djóralæknanum og hjá Kristiani.

Sum øll onnur børn fóru tygum í skúla. Hetta varð í Kommunuskúlanum og gingu tygum har til 14 ára aldur. Í samrøðuni við Tórð á Túri var áhugavert at hoyra teg siga, at tú gleddist um, at skúlin í dag leggur størri dent á at taka sær av næmingum, sum ikki læra so skjótt, tygum munnu hava eitt hjarta fyri teimum.

Aftaná skúlan fóru tygum í læra sum skómakari hjá Demmus, ið tá helt til í Steinatúni.
Í 1963 gekk leið tygara fyrsta túr til Grønlands, í Føroyinga havnina, og saman við missioner Jóhannus Beck, á sjómannsheimið, har tygum vóru í eitt tríggja mánað skeið. Heimferðin var við Bliki. Og her fingu tygum eitt minnið fyri lívið, við hendingini tá Blikur rendi seg í ís og hol kom á skipið, sum so sakk. Tíbetur vórðu tit øll bjargaði av einum týskur trolari, sum kom og tók tykkum upp, og sigldu tykkum til Íslands.

Eisini hava tygum starvast hjá Tórshavnar Kommunu har tygum byrjaði í 1977. Her var tað talan um lendisarbeiði og at laga kantsteinar, umframt at tú bæði planeraði, stikaði o.a. Her arbeiddi tygum nógv saman við Hannis Guttesen sála, ið, sum so mong onnur, kom nógv til kaffi í heimi tygara.

Tygum Aksel er tað, ið vit kalla ein býarmynd, vit kenna tygum sum mannin, ið altíð hevur gingið í longum frakka, undir alpuhúgvu, og við stavi og hundi. Tygum gera ikki mun á fólki, altíð blíður og fyrikomandi og hava tygum altíð tosað við øll, kend sum ókend. Eisini hava tygum altíð vitja nógv fólk. Og tað, at tygum ikki hava havt koyrikort, hevur ikki verið nøkur forðing.

Trúarlívið hevur havt stóran týdning í tygara lívi og hava tygum raðfest hetta høgt, við at ganga nógv í kirkju og á møti. At føðingardagurin verður hildin í Meinigheitshúsinum er sera passandi, her tygum hava havt tygara dagligu gongd.

Samstundis munnu tað vera fleiri dreingir, sum minnast tygum frá tíðini tá tygum hjálpti Johannes Álvheyg, sála við dreingjamøtum í KFUM.

Altíð hava tygum dámt væl at ganga og hevur hetta eisini víst seg aftur við, at tygum hava verið fjallmaður bæði í Norðradali og Sundi. Onkur fjall lomb eru eisini løgst til og væl hava tygum dámt at fletta, hetta frá heilt ungum ári av.

Tað at fáast við djór hevur verið ein stórur partur av tygum. Og á Peturstrøð hava tit havt bæði kúgv, seyð, geit, hest, hønur og hundar. Nógv hava tygum eisini hoyggja og eplir hava tygum bæði sett niður og tikið upp.

Samanumtikið hava tygum Aksel altíð gingið høgt uppí, at røkja trøðna væl. Laðaði garðinum skuldi røkjast og datt grót niður av, vóru tygum skjótur at laga tað upp aftur.

Einaferð mistu tygum ein stein niður á stórutá og systir bað tygum fara til lækna við tánni. Aksel so gjørdi og tá systurin spyr, hvussu gekk hjá læknanum, vórðu boðini, at hann skuldi leggja reint bind um. So spyr systir hvør læknin var? Tá segði Aksel, at hann hevði møtt Jústines, ið arbeiddi í garðinum. Talan var um ein djóralækna.

Tygum hava havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint. Í øllum hesum arbeiði, er stórur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heystað.

At enda fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld, Guds ríku signing, og enn einaferð hjartaliga til lukku við føðingardegnum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna