14.11.2011 · Almanna- og mentamálaráðið

Annika Olsen nýggj landsstýriskvinna í almannamálum

Annika Olsen er sett í starv sum nýggj landsstýriskvinna í almannamálum. Tað boðaði løgmaður frá fyri løtu síðan á samkomu í Tinganesi.

Annika Olsen er 36 ára gomul. Hon er útbúgvin Cand. Mag í donskum og religion. Eisini hevur hon tikið exam. art í føroyskum bókmentum og máli.

Nýggja landsstýriskvinna hevur millum annað arbeitt sum lærari á Føroya Handilskúla, Føroya Studenta- og HF skeið og Føroya Læraraskúla

Annika Olsen varð fyrstu ferð vald á ting í 2008. Hon sat sum landsstýriskvinna í innlendismálum frá 2008 til 2011. Undan tí var hon býráðslimur í Tórshavnar kommunu frá 2004-2008.