24.05.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Arbeiðið at byggja Sambýlið á Mýrini boðið út

Arbeiðið at byggja Sambýlið á Mýrini boðið út

Í morgin verður arbeiðið at byggja nýggja sambýlið á Mýrini í Hoyvík boðið út.

“Eg eri sera spent uppá hetta útboðið, tí ráðgevin hevur lagt seg eftir at tekna ein einfaldan bygning, har dentur er lagdur á ein funktionellan bygning til ein rímligan kostnað,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Nýggja sambýlið á Mýrini er til fólk við lættari og tyngri menningartarni. Nýggja sambýlið er til 18 búfólk, og verður sniðgivið og bygt til endamálið. Búfólkini fáa sjálvstøðugar íbúðir, har umstøðurnar eru virðiligar og gevur teimum meira privatlív. Á sambýlinum eru starvsfólk um búfólkini, og veita teimum ta røkt og umsorgan, teimum tørvar.

Arbeiðið verður boðið út í stórarbeiðstøku og arbeiðstøku, ið eru:

  • Stórarbeiðstøka 1 – Jørð-kloak-lendi-betong-timbur-múrari-málari-gólv
  • Arbeiðstøka 2 – HVS-ventilatión-CTS
  • Arbeiðstøka 3 – EL

Tað er Landsverk, sum bjóðar út vegna Almannamálaráðið, og útbjóðingin fer fram á heimasíðuni hjá Landsverki 25. mai 2021. Lisitatióni er 6. juli 2021. Bygningurin skal standa liðugur á heysti 2022.

Jørðarbeiðið, ið byrjaði í mars, er so at siga liðugt, og verður klárt at fara undir sjálva byggingina, so skjótt sáttmálarnir eru undirskrivaðir.

Sambýlið á Mýrini:
  • Sambýlið fevnir um tríggjar eindir við seks búfólkum í hvørji eind
  • Tvær eindir, sum eru á veghædd, fevna um sjálvstøðugar íbúðir á umleið 40-50 m2  Knýtt at hvørji av hesum báðum eindunum verður køkur/stova. Í aðrari eindini er køkurin størri og kann matgera til øll búfólkini
  • Triðja eindin fevnir um vanligar tvey-rúms íbúðir á umleið 55 m2brutto við egnari inngongd, sum er í erva, har til ber at ganga beinleiðis inn í íbúðina, uttan at fara inn í sambýlið í neðra
  • Umframt búeindirnar hevur sambýlið felags hentleikar, so sum durur, gongd, sansarúm og hvílirúm til búfólkini, vaskirúm og goymslu
  • Eisini hevur sambýlið starvsfólkarúm, starvsfólka­umklæðing, vesi, baðirúm og leiðaraskrivstovu