09.09.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Arbeiðsmarknaðurin í javnstøðubrillum

Arbeiðsmarknaðurin í javnstøðubrillum

Hví eru javnstøða og kyn viðkomandi at tosa um í sambandi við uppaling, dagstovnar, børn, frítíð, familjulív, barnsburðarfarloyvi, arbeiðsmarknað og lønarlag?
Hvat er tað sum ger, at menn í Føroyum forvinna 2/3, meðan kvinnur forvinna 1/3 av lønarútgjaldinum?Er tað ein so einføld forkláring, sum at menn arbeiða meira?
Hvat er arbeiði? Og hvat er ólønt arbeiði?

Alt hetta og meira aftrat seta Almannamálaráðið og Javnstøðunevndin á skrá mikudagin 15. september 2021 kl. 8.30-12:00 í Smæruni í Havn á eini ráðstevnu um arbeiðsmarknaðin og javnstøðu. Fakfólk og politikarar luttaka.

Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa økið og vónandi at finna fram til, hvussu vit sum samfelag kunnu tryggja best møguligu karmar fyri okkara børn og ungu at mennast, og fyri okkara familjur, borgarar og arbeiðsfólk at trívast.

Tríggjar spennandi framløgur:
Ivonna Johansen, ph.d lesandi í barndómi og kyn og námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, fer at tosa um børn, menning og javnstøðu

Erika Hayfield, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetri Føroya, fer at tosa um familjupolitikk, kyn og arbeiðsmarknaðin

Kári Holm Johannesen, sosiologur og deildarleiðari á Hagstovuni, fer at tosa um arbeiðsmarknaðarhagtøl og kyn Eftir hvørja framløgu fara politikarar og fakfólk at kjakast um evnið.


Eftir hvørja framløgu fara politikarar og fakfólk at kjakast um evnið.

Orðstýrari er Óluva Zachariasen.

Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin! Tilmelding er ikki neyðug, men vit eru takksom um tit geva okkum eitt prei á kristjan@amr.fo, um tit koma.

Skrá:

08:30 Vælkomin til kaffimunn og ein lítlan bita

09:00 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnan í javnstøðumálum bjóðar vælkomin

09:10 Ivonna Johansen, ph.d lesandi í barndómi og kyn og námslektari, um børn, menning og javnstøðu ph.d lesandi í barndómi og kyn og námslektari.

09:25 Kjak um børn, menning og javnstøðu.
Luttakarar: Hanna Jensen, rektari, Hildur Patursson M.ed í pedagogikki og serkøn í barnagarðsnámsfrøði og javnstøðu, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum.

09:50 Steðgur

10:05 Erika Hayfield, lektari, um umsorgan, kyn og javnstøðu

10:20 Kjak um umsorgan, kyn og javnstøðu.
Luttakarar: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í arbeiðsmarkanaðarmálum, Mai Laksáfoss, forkvinna í Javnstøðunevndini, Poula Michelsen, nevndarforkvinna í P/F PM, og Erika Hayfield, ph.d.

10:50 Steðgur

11:05 Kári Holm Johannesen, sosiologur og deildarleiðari á Hagstovuni, um arbeiðsmarknaðarhagtøl og kyn

11:20 Kjak um arbeiðsmarknaðin í javnstøðubrillum.
Luttakarar: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, Óluva í Gong, forkvinna í Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Kári Holm Johannesen, deildarleiðari á Hagstovuni.

12:00 Mai Laksáfoss, forkvinna í Javnstøðunevndini takkar fyri dagin.