25.02.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Arbeitt verður framvegis við ætlanunum um at byggja vardar bústaðir til fólk við menningartarni við Klingruna í Hoyvík

Arbeitt verður framvegis við ætlanunum um at byggja vardar bústaðir til fólk við menningartarni við Klingruna  í Hoyvík

Í morgun bar Útvarpið tíðindi  um, at ætlanirnar hjá Almannamálaráðnum um at byggja eitt nýtt barnaheim millum Gilja í Hoyvík og vardu bústaðirnir til fólk við menningartarni við Klingruna í Hoyvík ikki verða til nakað, og tí ætlar Tórshavnar kommuna sær at nýta økið við Klingruna til annað endamál.

Almannamálaráðið og Tórshavnar kommuna hava eisini samskift um at byggja nýtt barnaheim Millum Gilja, men tær ætlanirnar vórðu longu sleptar undir síðstu samgongu.

Almannamálaráðið hevur tó gjørt kommununi púra greitt, at ráðið framvegis er áhugað í økinum Millum Gilja til aðrar verkætlanir.

Í samskiftinum millum partarnar er eisini sagt, at enn er eingin ítøkilig ætlan gjørd fyri varda bústaðin við Klingruna, og tí er ilt at meta um, um farið verður í gongd við byggingina har í hesum samgonguskeiðnum.

Lurtarin kann fáa ta fatan, at Almannamálaráðið hevur slept ætlanunum, men so er ikki. Arbeitt verður enn við ætlanini við Klingruna, samstundis, sum arbeitt verður við eini loysn fyri barnaheimið.

Í løtuni verður arbeitt við 3 stórum byggiætlanum í Tórshavn. Á Kvíggjartúni á Argjum verður bygt eitt bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu við 12 búplássum og dagtilboð til 16 børn og ung, á Mýrini í Hoyvík verður bygdur ein vardur bústaður til 18 fólk og á Reynstúni á Argjum verður bygdur ein vardur bústaður til 18 fólk. Samstundis verða verandi stovnar dagførdir fyri íalt 33 mió. kr.  í tíðarskeiðnum 2020 – 2023.