30.03.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

At raðfesta vælferðina hjá tí einstaka er at gera íløgur í framtíðina

At raðfesta vælferðina hjá tí einstaka er at gera íløgur í framtíðina

 

Vælferðarlógin verður raðfest og tænasturnar á sosiala økinum skulu frameftir veitast við støði í tørvinum hjá tí einstaka. Endamálið skal altíð vera, at fólk fóta sær skjótari.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú landsstýrið fyrrapartin legði fram játtanarkarmarnar fyri komandi árini. Eyðgunn Samuelsen er fegin um, at raðfestingarnar á almannaøkinum eru eyðsýndar:

”Við vælferðarpakkanum, ið varð lagdur fyri tingið fyrr í vár, er sjøtul settur á eitt nýtt kapittul í føroyskari sosiallóggávu, har allar tænastur í størri mun skulu skipast við tí endamáli at fáa fólk at fóta sær skjótari”, sigur hon og leggur dent á, at Vælferðarlógin verður raðfest komandi árini.

Við vælferðarlógini fær Almannaverkið eitt nú ábyrgd av at samskipa tvørgeiralig átøk til børn og ung við ymiskum avbjóðingum, eins og ætlanin er at víðka “góðu tilgongdina” til at fata um allar familjur, sum hava barn, ið ber brek, í árunum 2020-2023. Fíggjarligt endurgjald kann latast avvarðandi hjá doyggjandi og fólki við seinheilaskaða, sum ikki fáa stovnsuppihald.

Hetta eru nakrar av teimum tænastum, sum Vælferðarlógin heimilar, og hetta er millum høvuðsmálini á almannaøkinum komandi árini. Eyðgunn Samuelsen sigur, at Vælferðarlógin er fyri teir borgarar, sum á einhvønn hátt hava brúk fyri sosialum tænastum.

”Talan er um tænastur, sum frameftir í størri mun verða veittar við støði í tørvinum hjá tí einstaka og ikki út frá, hvørjar tænastur eru til taks”, staðfestir Eyðgunn Samuelsen, sum sigur talan vera um íløgur í framtíðina.