21.10.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Avgreiðslan hjá Almannaverkinum í Saltangará flutt í nýggj høli

Avgreiðslan hjá Almannaverkinum í Saltangará flutt í nýggj høli

Hósdagin 20. oktober 2016 var almenn móttøka í sambandi við, at avgreiðslan hjá Almannaverkinum flutti í nýggj og meira nútímans høli, sum eru innrættað til tørvin. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen og borgarstjórin í Runavíkar kommunu, bóru fram røður. Bárður á Lakjuni sang nakrar sangir til hugnaligu løtuna.

Røðan, sum landsstýriskvinnan bar fram kann lesast niðanfyri.

"Góðu viðskiftafólk og starvsfólk í Almannaverkinum og onnur

Tað er mær ein stór gleði at verða við til almennu móttøkuna her í Saltangará í dag, nú avgreiðslan á Skálafjørðinum hjá Almannaverkinum er flutt í nýggj høli.

Almannaverkið er ein hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini, ið veitir sosialráðgeving, eina røð av menningar- og trivnaðartænastum, umframt fleiri fíggjarligar veitingar.  Tit, sum starvast her, arbeiða hvønn dag fyri at fremja og styrkja vælferðina í okkara samfelagi - hjá einstaklingum, hjá familjum og hjá bólkum. Tit stuðla fólki í at vera so virkin sum gjørligt, soleiðis at førleikar og sansir verða varðveittir sum longst, og tit arbeiða fyri, at alt Føroya fólk kann hava tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt - og ikki minst – virðiligt lív.

Sum tit vita, er almannaøkið í støðugari menning - bygnaðarbroytingar, tillagingar og nýhugsanir skulu fremjast í bæði tíð og ótíð. Tørvurin á tænastum broytist alla tíðina og má tillagast, og krøvini til tænasturnar verða alsamt størri. Hetta kann órógva arbeiðsdagin, og tí hevur tað sera stóran týdning at hava starvsfólk, sum eru eldhugað og sum trívast, og eg trúgvi, at ein týðandi liður í trivnaðinum er m.a. at hølisviðurskifti og arbeiðsumstøður eru góðar. Vit eiga - og skulu – stremba eftir at ríkt og kveikjandi samljóð verður skapt millum bygningin og brúkaran, soleiðis at starvsfólkið kennir seg væl á sínum arbeiðsplássi.

Í nógv ár hevur avgreiðslan í Saltangará hildið til í hølum eitt sindur longur inni á fjørðinum. Har hava tykkum dámt væl at verið, men umstøðurnar vóru kortini ikki optimalar, serliga tá hugsað verður um, hvørji viðskiftafólk tykkara eru.

Tit hava longu arbeitt í nýggju hølunum í hálvan annan mánaða, so tit eru komin at kenna hølini eitt sindur, og kunnu eisini merkja mun á, hvussu tað var at arbeiða í teimum gomlu hølunum, og hvussu tað er at arbeiða í hesum nýggju hølunum.

Nú hava tit fingið ein nýggjari bygning, sum er meira modernaður, hølini eru ljós, rúmlig og opin. Innrættingin er meira samanhangandi, og alt innbúgvið hóskar saman.

Tit sita ikki longur á tykkara egnu skrivstovu, men í einum “opnum landslagi”. Mær er sagt, at hetta krevur eitt sindur av tilvenjing og hugburðsbroyting. Men tit halda kortini, at hetta er ein góður máti at arbeiða uppá, tí nú er meira faklig “sparring”. Tit halda eisini, at tað er ein fyrimunur fyri borgaran, at tit eru vorðin meira sjónlig, tí veggirnir inni her eru úr glasi, og skeltingin uttanfyri er eisini sera sjónlig.

Atkomuviðurskiftini, m.a. elevator og parkering, vóru ikki als ikki nøktandi í gamla bygninginum. Nú er inngongdin á veghæddini og parkeringsviðurskiftini eru blivin nógv betri. Tað er vorðið smidligari hjá viðskiftafólkinum at koma á gátt.

Eg fari at nýta høvi at bera øllum tykkum mongu starvsfólkum í Almannaverkinum eina hjartans tøkk fyri tað góða arbeiði tit gera, bæði tit sum starvast í avgreiðsluni her í Saltangará og annars í umsitingini og úti á deplunum.

Fyri kortum var ein trivnaðarkanning gjørd á Almannaverkinum, og tað er gleðiligt at síggja, at sum heild, er trivnaðurin hjá tykkum, starvsfólkinum, góður, og tað gleðast vit sjálvandi um.

Men kanningin vísti eisini, at nakrar avbjóðingar eru, m.a. harðskapur, hóttanir og ónáðir. Hetta er tíverri ein partur av tykkara arbeiði, men vit mugu verða raskari til at geva tykkum, starvsfólkum, hjálp aftaná slíkar hendingar. Sum Edvard Heen eisini sigur, so mugu vit gerast betri til at taka hond um okkara starvsfólk, tí eingin ivi er um, at tit hava ein týðandi leiklut í samfelagnum, og gera tykkara til, at hundraðtals fólk, hvønn dag fáa neyðuga hjálp og stuðul. Tað eri eg bæði takksom fyri og errin um, og hóast kanningin vísir nøkur ting, sum skulu gerast betur, so er hon eisini eitt tekin um, at leiðslan tekur trivnaðin í álvara. Og tað fegnist eg um.

At enda fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við nýggju hølunum, og eg vóni og vænti, at tit fara at trívast væl her.

Takk fyri.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna"

Myndir frá móttøkuni: