09.05.2017 · Almanna- og mentamálaráðið

Avtala um útnorðursamstarv á almannaøkinum

Avtala um útnorðursamstarv á almannaøkinum

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sum í hesum døgum er á norðurlendskum ráðharrafundi í Norra, hevur í morgun skrivað undir avtalu við Ísland og Grønland um samstarv millum almannamálaráðharrarnar í Útnorðri.

Fyrsta evnið, ið verður tikið upp í nýggja samstarvinum er, hvussu vit skipa góðar tænastur til borgarar, ið bera brek. Hetta er eitt øki, sum øll trý londini arbeiða miðvíst við hesi árini, og fyrsti formligi fundurin millum almannamálaráðharrarnar í útnorðri verður ætlandi í novembur mánað í ár.

Eyðgunn Samuelsen sigur í stuttari viðmerking, at tað fer heilt vist at gagna okkum, at vit í størri mun fara at fáa íblástur úr Íslandi og Grønlandi. Tað er umráðandi, at vit støðugt laga vælferðarskipanir í mun til stødd okkara og egnar avbjóðingar, soleiðis at vit megna at loysa uppgávurnar mest skynsamt. Eisini hava bæði Grønland og Ísland stóran áhuga í at hoyra og síggja, hvussu vit í Føroyum hava valt at skipa okkum og loysa tær avbjóðingar, ið eru á almannaøkinum.

Føroyar, Ísland og Grønland stríðast við nakrar av somu avbjóðingunum á almannaøkinum, og eitt styrkt samstarv millum londini kann tí vera við til at menna loysnir til frama fyri okkara borgarar.

Avtalan, sum Þorsteinn Víglundsson úr Íslandi, Sara Olsvig úr Grønlandi og Eyðgunn Samuelsen skrivaðu undir í morgun, sprettur úr eini ásannan av, at saman standa vit sterkari og eru betur brynjaði at lofta avbjóðingunum, sum eru fyri framman.