01.10.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Betra um frítíðartilboð

Betra um frítíðartilboð

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum hevur, í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, raðfest frítíðartilboðini undir Almannaverkinum.

Talan er um tilboð, sum eru ætlað børnum við autismu og menningartarni frá  3. flokki  og uppeftir, og sum hava tørv á stuðli til at mennast sosialt, sálarliga og málsliga.

Í tilboðunum verður dentur lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag, sum verður gjørdur sjónligur og ítøkiligur við dagsætlanum, samansettar eftir tørvinum hjá barninum. Arbeitt verður við at menna børnini til at virka í felagsskapi, at gerast meira sjálvbjargin, at fremja lívsgleði og menna sjálvvirði.

Í Havn eru frítíðartilboðini býtt upp á tveimum støðum, á Frúutrøð og Hoydalsvegnum. Fyri hesi verður játtaðanin víðkað við 2.5 mill. kr. Á Høgabóli í Eysturoynni verða játtaðar 400 tús. kr. eyka, hetta fyri at minka um bíðlistan.

Við  øktari játtan til hesi frítíðartilboð fær Almannaverkið nú boðið hóskandi frítíðartilboð til hendan málbólkin.

Eg fegnist um, at trygd nú er fingin fyri hesum tilboði, bæði fyri børnini, foreldur og avvarðandi. Hetta gevur neyðugu karmarnar fyri einum vælvirkandi gerandisdegi,

sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.