26.10.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Børn og ung, sum búgva á Barnaheiminum, fáa meira lummapening

Børn og ung, sum búgva á Barnaheiminum, fáa meira lummapening

Børn og ung, sum eru sett heiman, skulu frameftir hava meira í lummapeningi. Tað hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, avgjørt.

Talan er um eina munagóða hækking, sum børnini og tey ungu fara at fáa um ársskiftið.

Børn og ung, sum eru sett heiman, fáa eitt fast gjald í lummapeningi um vikuna, alt eftir aldri.

Upphæddirnar verða hækkaðar úr 24 krónum upp í 40 krónur um vikuna til børn, sum eru millum trý og seks ára gomul. Upphæddin hækkar líðandi eftir aldri, og til børn og ung, sum eru eldri enn sekstan ár, er talan um eina hækking úr 227 krónum upp í 275 krónur um vikuna.

Upphæddirnar verða javnaðar á hvørjum ári.

Tað er landið, sum rindar lummapening til børn, ið búgva á stovni hjá landinum. Kommunurnar rinda lummapening til børn, ið eru sett heiman og búgva hjá fosturforeldrum.

Upphæddir eftir 1. januar 2021:

1) 3-6 ár: 40 krónur um vikuna.

2) 7-10 ár: 85 krónur um vikuna.

3) 11-13 ár: 110 krónur um vikuna.

4) 14-15 ár: 175 krónur um vikuna.

5) 16 ár og eldri: 275 krónur um vikuna.

Upphæddir áðrenn hækking:

børn 3-10 ár:  23,77krónur um vikuna.

børn 11-13 ár: 55,87 krónur um vikuna.

børn 14-15 ár: 114,11 krónur um vikuna.

børn 16 ár og eldri: 227,03 krónur um vikuna.