24.11.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Brennistuðulin verður nú útgoldin mánaðarliga

Brennistuðulin verður nú útgoldin mánaðarliga

Viðbót til ávísar pensjónistar (eisini nevnt brennistuðul) verður veitt pensjónistum við lágum inntøkum. Higartil hevur brennistuðulin verið útgoldin 3 ferð um árið - 2.536 kr. hvørja ferð. Útgoldið hevur verið síðst í mars, síðst í juni og síðst í november, og t.v.s., at tað hava verið ávikavist 3, 4 og 5 mánaðir millum hvørt útgjald. At tíðarskeiðini millum útgjøldini eru ymisk til longdar, kann vera ørkymlandi fyri pensjónistar, og tí legði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fyrr í heyst eitt uppskot fyri Løgtingið um at broyta lógina um viðbót til ávísar pensjónistar, soleiðis at brennistuðulin verður útgoldin mánaðarliga í staðin.

Broytingin er nú samtykt av Løgtinginum, og tað merkir, at brennistuðulin frameftir verður útgoldin mánaðarliga – 634 kr. hvørja ferð. Sæð yvir eitt 12 mánaða skeið hevur broytingin ikki avleiðingar fyri tey, sum hava rætt til brennistuðul, tí samlaða árliga upphæddin á 7.608 kr. verður óbroytt.

Við broytingini fara pensjónistar at fáa betri yvirlit yvir síni inntøkuviðurskifti, og pensjónistar við trongum fíggjarligum korum fáa betri møguleika at raðfesta. Harumframt hevur broytingin eisini við sær, at lógin verður greiðari at umsita.

Vanliga útgjaldið á 2.536 kr. verður tó útgoldið síðst í november, galdandi fyri tíðarskeiði desember til og við mars mánað. Frá 1. apríl verður brennistuðulin útgoldin mánaðarliga.