23.10.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Dagpengar til foreldur, sum eru heima hjá børnum, orsakað av COVID-19

Dagpengar til foreldur, sum eru heima hjá børnum, orsakað av COVID-19
Er barn títt smittað við COVID-19 ella er barnið sett í sóttarhald, tá skal tú verða fevndur av dagpengalógini.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, sum hevur sent Løgtinginum eitt uppskot um at broyta dagpengalógina soleiðis, at foreldur kunnu fáa dagpening, tá barn, yngri enn 14 ár, fær staðfest smittu ella heilsumyndugleikarnir mæla barninum til at fara í sóttarhald.

Væntandi verður uppskotið lagt fram í Løgtinginum í vikuni sum kemur.

Vit eru aftur komin í eina bráðfeingis støðu, og tí mugu vit handla beinanvegin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum fer at biðja Løgtingið um at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at foreldur ikki nýtast at stúra um inntøkuna, tá barnið verður rakt av COVID-19.

Tey, sum longu hava verið fyri inntøkumissi, fara eisini at fáa rætt til fíggjarligan stuðul fyri mistu inntøkuna, tí ætlanin er, at lógin skal virka afturvirkandi frá 15. september.