15.11.2018 · Almannamálaráðið

Eftirlønargjald verður lagt aftrat almannaveitingum

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur fyrr í heyst lagt trý lógaruppskot fyri Løgtingið um eftirlønargjald og almannaveitingar.

Í sambandi við pensjónsnýskipanina varð samtykt, at almannaveitingar, sum koma í staðin fyri løn, eisini skulu verða fevndar av eftirlønarlógini, og hesi trý lógaruppskotini skulu tryggja, at eftirlønargjaldið verður lagt aftrat veitingini. T.e. at veitingarnar hækka við eini upphædd svarandi til eftirlønargjaldið. Eyðgunn Samuelsen vísir á týdningin av tí javna samfelagnum, og eru lógaruppskotini ætlaði at minka um inntøkuójavnan millum framtíðar pensjónistar og millum kvinnur og menn í pensjónsárunum.

Veitingarnar, sum lógaruppskotini viðvíkja, eru forsorgarhjálp, uppihaldsveitingar til arbeiðsfremjandi tiltøk, lønarískoyti til tillagað starv og endurgjald fyri inntøkumiss til tey, sum í heiminum ansa børnum, ið bera brek.

Eftir jaliga 1. viðgerð í Løgtinginum væntar Eyðgunn Samuelsen, at uppskotini vera samtykt og kunnu koma í gildi 1. januar 2019.