24.09.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Ein rúmligari eldrarøkt

Ein rúmligari eldrarøkt

Nú kommunurnar hava umsitið eldrarøktina í skjótt tvey ár, kunnu vit staðfesta, at enn eru borgarar, ið als ikki fáa eina nøktandi tænastu. Serliga er talan um tey, ið eru rakt av demens, og eru yngri enn 67 ár. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvussu hetta ber til, og hvussu væl fyriskipað útleggingin av eldrarøktini var, tá ið borgarar, ið áður fingu eina tænastu, hava livað í ongamannalandi eftir útleggingina.

Teir borgarar, og teirra avvarðandi, ið henda ósemja rakar, eru troytt av tosi, og tað er væl skiljandi. Men var nokk tosað, tá ið eldrarøktin varð løgd út, so stóðu tey ikki í tí vanlukkuligu støðu, ið tey gera í dag.

Hóast tey tvey fyrstu árini til tíðir hava verið merkt av ósemjum millum land og kommunur um, hvør tænasta ítøkiliga varð løgd til kommunurnar at umsita, so eri eg sannførd um, at allir partar ynskja at loysa málið. Hetta kom bæði fram á fundinum, ið Alzheimerfelagið skipaði fyri í vikuni, og nú frættist í tíðindunum, at Tórshavnar kommuna ætlar at seta í verk eina royndarverkætlan til dagumlætting til yngri borgarar við demens. Hetta boðar frá góðum, tí vit mugu øll – bæði land og kommunur - taka ábyrgd og fáa eina loysn beinanvegin.

Hví skulu kommunurnar veita tænastur til ung dement?

Tað verður ført fram, at fólk við demensi ikki einans hava tørv á røkt, men eisini øðrum tænastum, og tí eigur landið at veita hesar.

Tað er ein sannroynd, at áðrenn økið var lagt út, veitti eldrarøktin í Almannaverkinum tænastur til borgarar við demens óansæð aldur, og blivu allar hesar tænastur fluttar til kommunurnar 1. januar 2015.

Kommunurnar fingu dagtilhald og búpláss, sum yvir tíð eru stovnsett kring landið til at taka sær av borgarum við demens burturav. Kommunurnar fingu starvsfólk við servitan um demens og demenssamskiparar, sum hava útbúgvið seg til at samskipa tænastur til fólk við demensi.

Kommunurnar hava longu nú eina landsumfatandi tænastu, ið er amboðið, ið skal til fyri at loysa uppgávuna. Tí er, eftir mínari fatan, ongin ivi um, at kommunurnar eru bestar til at geva hesa tænastu.

Hvussu kann ein varandi loysn finnast?

Hóast eg heiti á kommununnar um at taka hond um hesar borgarar beinanvegin, so eri eg fullgreið yvir, at ein varandi loysn má finnast  til teir borgarar undir 67 ár, ið eru raktir av demens. Eins og hini markamótini eisini skulu greiðast.

Vit hava eina semju um Markamótsskjalið, og Markamótsnevndin er farin til verka. Hetta eru tvey amboð, ið kunnu og skulu brúkast, tá ið ósemja og ivi er um, hvør myndugleiki eigur hvørja tænastu.

Uppgávan nú, er at fáa tær mannagongdir at virka, ið eru ásettar í Markamótsskjalinum, millum annað skulu umboð frá Almannaverkinum og kommununum møtast við jøvnum millumbilum at gjøgnumganga mál, har ivi er. Arbeitt verður í løtuni við at fáa hetta sett í verk. Tað er í hesum samskifti, at ósemjurnar skulu loysast. Eftir mínum tykki, er tað bert tá ið allir aðrir møguleikar eru troyttir, at Markamótsnevndin skal taka mál upp.

Ein annar partur av einari loysn, er, at fáa eina avtalu um keyp av tænastum frá hvørjum øðrum, soleiðis at ein borgari, ið hevur brúk fyri heimatænastu og stuðul, bert fær tænastu frá einum myndugleika. Hetta verður ein stórur fyrimunur fyri borgaran, tí tænastan verður betur samskipað og tískil meira samanhangandi. Eg kann fegnast um, at vit eru í einum góðum samskifti við kommunurnar um at fáa eina tílíka avtalu við føstum prísum í lag. Vónandi kann henda avtala skjótt gerðast veruleiki. Ber hetta á mál, umhugsa vit eisini at gera eina avtalu um keyp av búplássum.

Sum nevnt í byrjanini, so eru vit inni í eini jaligari gongd, lat okkum nú halda fast í góðu gongdini, soleiðis at allir borgarar, ið hava brúk fyri eini tænastu fáa hana.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.