01.07.2020 · Almannamálaráðið

Eitt nýtt bútilboð fyri ung verður staðsett í Klaksvík

Eitt nýtt bútilboð fyri ung verður staðsett í Klaksvík

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um góða samstarvið millum Almannamálaráðið, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu, ið samstarva um at lata upp eitt nýtt bútilboð til ung við menningartarni og øðrum samansettum trupulleikum.

Eitt nýtt bútilboð fyri ung við menningartarni og øðrum samansettum trupulleikum verður staðsett í Klaksvík, skriva Klaksvíkar Kommuna á heimasíðu sínari

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur tikið avgerð um, at Almannaverkið kann skipa eitt bútilboð til 5 ung við menningartarni og øðrum samansettum trupulleikum, og á fundi hósdagin í farnu viku samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at umvæla og innrætta ein bygning til endamálið, skrivar kommanuna á heimasíðuni.

Talan er um ein bygning mitt í býnum í Klaksvík við Jústabrekku 1, sum áður hevur verið brúktur til posthús og løgreglustøð. Kommunan ognaði sær hendan bygningin fyri nøkrum árum síðan og hevur nýtt hann til granskingardepil og seinastu árini til serskúla.

Nýggi stovnurin hjá Almannaverkinum er til fimm ungfólk við lættari menningartarni, sum hava ein samansettan tørv, og har tørvur er á einum bútilboð í tryggum umhvørvi.

- Eg fegnist um, at vit í góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu kunnu útvega tryggar karmar fyri ungfólk við avbjóðingum, har arbeitt verður fram ímóti, at hesi eru í persónligari menning og kunnu taka skilagóðar avgerðir, sum økir um teirra møguleika til útbúgving, arbeiði og framtíðarbústað, sigur Elsesbeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um tað góða samstarv, sum Klaksvíkar kommuna hevur við bæði landsstýriskvinnuna, Almannamálaráðið og Almannaverkið, sum saman hava tikið fleiri tøk at veita fleiri borgaratænastur í næst størsta býnum í landinum.

- Eg fegnist eisini um ta dyggu uppbakking, hetta týðandi arbeiði fær frá øllum býráðslimum, nú farið verður víðari við verkætlanini, sum tað í løtuni verður arbeitt við at tilrættaleggja og innrætta hølini til nýggja stovnin.

- Saman við fleiri øðrum átøkum er hetta ein partur av býarmenningini her í Klaksvík, sum bjóðar alsamt fleiri tilboð, tænastur og møguleikar til sínar borgarar, sigur Jógvan Skorheim.

Fyrireikandi arbeiðið er nú byrjað at innrætta hølini til nýggja stovnin, sum letur upp tann 1. desember í ár, og tá verkætlanin er komin longur, fer Almannaverkið undir tilgongdina at lýsa eftir starvsfólkum.

 

(mynd: Klaksvíkar kommuna)