06.11.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

Elsebeth havt fund við Alzheimerfelagið

Elsebeth havt fund við Alzheimerfelagið

Týsdagin í síðstu viku vóru umboð fyri Alzheimerfelagið á vitjan hjá landsstýriskvinnuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Tað vóru tær báðar, Ann-Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum og Ann Petra Winther, nevndarlimur sum høvdu fund við landsstýriskvinnuna.

Við sær høvdu tær ynski um, at Demensætlanin verður sett í verk, og at borgarar, sum hava demens og teirra avvarðandi, fáa fleiri og betri tilboð. Tær nýttu høvið at vísa á ymiskar avbjóðingar, sum fólk, sum hava demens, møta í gerandislívinum. Eisini varð tosað um tilboð til yngri borgarar, sum hava demens.

Landsstýriskvinnan takkaði fyri, at Alzheimerfelagið var komið á fund og greitt frá sínum málum, og boðaði samstundis frá, at hon arbeiðir við at finna loysnir, soleiðis at borgarin og tey avvarðandi fáa møguleikan at hava ein so virknan og innihaldsríkan gerandisdag, sum gjørligt.