01.09.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur kunnað avvarðandi og grannar um Sambýlið á Mýrini

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur kunnað avvarðandi og grannar um Sambýlið á Mýrini
1 / 5

Í dag hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, havt kunnandi fund um byggiætlanina fyri nýggja sambýlið á Mýrini í Hoyvík.

Avvarðandi, starvsfólk, grannar og onnur møttu á fundinum, sum varð hildin á Tjóðsavninum í Brekkutúni. Fleiri av teimum nýttu høvið at spyrja og gera viðmerkingar.

Eftir at landsstýriskvinnan og arkitektur høvdu greitt frá um byggiætlanina, varð farið á Mýrina at síggja staðsetingina.

”Eg eri fegin um at kunna bjóða teimum, sum hava menningartarn, egnan bústað í tøttum felagsskapi við onnur,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Sambýlið á Mýrini er til fólk við lættari og tyngri menningatarni og við ymsum førleikum at klára seg sjálvi í gerandisdegnum.

Skal kennast heimligt og trygt

Búfólkini fáa góðar umstøður í umhvørvi, sum kenst heimligt, bæði innan- og uttandura, og har tey kunnu kenna seg trygg. Sambýlið er bygt soleiðis, at búfólkini sjálvi kunnu velja, nær tey vilja vera partur av felagsskapinum og nær tey vilja vera fyri seg sjálvi.

Sambýlið er sniðgivið soleiðis, at tað tekur seg út sum ein vanlig bústaðarbygging og tí fellur væl inn í grannalagið. Húsini verða bygd úr timbri.

Sambýlið verður bygt á Mýrini, har tvey sambýli hava verið frammanundan. Tey vórðu tó tikin niður, tí tey vóru í so ringum standi.

Tað eru MAP arkitektar, sum hava teknað og eru høvuðsráðgevar hjá bygginevndini.

MAP arkitektar handaðu prosjektuppskotið beint fyri summarfrítíðina. Høvuðsprosjektið verður klárt at bjóða út um árskiftið. Jørðarbeiðið verður boðið út í næstum, og farið verður undir sjálva byggingina fyrst í komandi ári.

Sambýlið skal ætlandi vera klárt at flyta inn í á sumri í 2022.