12.05.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, røddi um endurskoðanina av eldraøkinum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, røddi um endurskoðanina av eldraøkinum

Í sambandi við altjóða sjúkrarøktardagin, sum varð hildin í frástøðu í Smæruni í Havn í dag, var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, boðin at greiða frá um eftirmetingina av eldraøkinum og heimatænastuni.

Hon segði millum annað:

“Samgongan hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri, at lógin um heimatænastu og eldrarøkt skal endurskoðast beinanvegin. Hetta skal gerast saman við Kommunufelagnum og øðrum avvarðandi myndugleikum.

Vit halda, at tað er umráðandi, at faklig krøv skulu setast, og røktartyngdin skal vera avgerandi fyri starvsfólkahópin. Tað vil siga, at vit skulu meta um, hvussu stórur røktartørvurin er, og at starvsfólk verða sett í mun til hetta, soleiðis at normeringin av starvsfólki er í lagi.

Eg havi tikið stig til at arbeiðið við eftirmetingini fer í gongd nú, og skal verða liðugt í hesum árinum.”

Les alla røðuna her.