30.11.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett tvingsilsnevnd

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett tvingsilsnevnd

1. januar 2021 kemur Tvingsilslógin í gildi. At góðkenna tilmælir, viðgera kærur o.a. sambært hesi lóg verður sett ein sokallað tvingsilsnevnd.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur nú valt limir í nýggju tvingsilsnevndina

Formaður í nevndini er Eli Thorsteinsson, advokatur. Varalimur hansara er Súsanna Nordendal, løgfrøðingur. Afturat teimum eru valdir fleiri serkønir nevndarlimir, ið umboða fakøkini sjúkrarøkt, heilsurøkt, sálarfrøði, námsfrøði og sálarsjúkufrøði.

Nevndin er vald fyri tíðarskeiðið 1. januar 2021 til og við 31. desember 2024.