27.09.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur til móttøku hjá Dugna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur til móttøku hjá Dugna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur til móttøku hjá Dugna

Í gjár fekk Joan Mellemgaard lærligaprógv sum krambakvinna á Dugna, og í tí sambandi var móttøka á Dugna. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna var við til móttøkuna og heilsaði uppá og ynskti Joan hjartaliga til lukku við próvnum. Samstundis var hetta eitt gott høvi hjá nýggju landsstýriskvinnuni at heilsa uppá starvsfólk og leiðslu hjá Dugna og síggja deildina á Hjalla.

Dugni er sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum. Kjarnuvirksemið er endurbúgvingarvirksemi fyri fólk, ið hava torført við at fáa ella at varðveita arbeiði, ið hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg. Starvsfólkini á Dugna arbeiða miðvíst saman við næminginum at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum. Virksemið hjá Dugna er bæði á Kambsdali og á Hjalla í Havn, eins og skúli er við Áir.