19.04.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur valt nýtt stýri fyri Bústaðir

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur valt nýtt stýri fyri Bústaðir

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur valt nýtt stýri fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir. Stýrið er víðkað við tveimum limum, og verður nú mannað við fimm limum. Hetta er ein av broytingunum, ið Løgtingið samtykti, tá løgtingslógin um húsalánsgrunnin varð broytt í farna mánaði.

Í stýrið eru vald:

Una Joensen, Tórshavn
Emmy Joensen, Miðvágur
Tom Silvurdal, Vágur
Regin Djurhuus Hammer, Hoyvík
Anna Maria Joensen, Klaksvík

Tilnevningin er galdandi frá 1. mai 2021. Sambært lógini verða á øðrum hvørjum ári tilnevndir ávikavist tríggir og tveir stýrislimir, fyrstu ferð 1. mai 2023. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni.

Í sambandi við tilnevningina, hevði landsstýriskvinnan boðið stýrislimunum á fund, ið var í dag, mánadag 19. apríl 2021.