23.08.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn lat upp myndaframsýning

Eyðgunn lat upp myndaframsýning

Í gjár lat Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, upp myndaframsýning, sum Parkinsonsfelagið skipar fyri. Endamálið við framsýningini er at broyta hugmyndina, sum fólk ofta hava av fólki við Parkinson. Tí tann hugmyndin, sum ein hevur, ávirkar hugburðin mótvegis fólki. Veruleikin er, at 1/3 av teimum, sum fáa staðfest Parkinson, eru í arbeiðsførum aldri.

Eyðgunn Samuelsen segði millum annað, tá hon lat upp framsýningina:

"Tað er eitt aðalmál hjá samgonguni, at allir borgarar skulu tryggjast javnrættindini, og hvør einstakur eigur møguleika at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum. Inklusión er eitt týðandi mál at fremja. Og samgongan hevur virkað fyri at at rættindini hjá tí einstaka skulu virðast.

Vit arbeiða fyri tað góða samfelagið, har vit øll hava møguleika at trívast og mennast. Tey, sum av ymsum orsøkunum hava serligar avbjóðingar, skulu stuðlast, soleiðis at tað verður lættari at taka lut og vera partur av samfelagnum. Vit hava skipanir sum lofta teimum, sum hava tørv á tí – eitt nú møguleikin fyri tillaganum starvi. Við hesari skipan fer tað almenna inn og kompenserar, soleiðis at mann ikki missir arbeiðsinntøku, hóast arbeiðsførleikin minkar.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum er fokus áhaldandi at vit skulu gera tað lættari at vera menniskja og lættari at vera familja í Føroyum.

Tað er eitt aðalmál hjá samgonguni, at allir borgarar skulu tryggjast javnrættindini, og hvør einstakur eigur møguleika at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum. Inklusión er eitt týðandi mál at fremja. Og samgongan hevur virkað fyri at at rættindini hjá tí einstaka skulu virðast.

Vit arbeiða fyri tað góða samfelagið, har vit øll hava møguleika at trívast og mennast. Tey, sum av ymsum orsøkunum hava serligar avbjóðingar, skulu stuðlast, soleiðis at tað verður lættari at taka lut og vera partur av samfelagnum. Vit hava skipanir sum lofta teimum, sum hava tørv á tí – eitt nú møguleikin fyri tillaganum starvi. Við hesari skipan fer tað almenna inn og kompenserar, soleiðis at mann ikki missir arbeiðsinntøku, hóast arbeiðsførleikin minkar.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum er fokus áhaldandi at vit skulu gera tað lættari at vera menniskja og lættari at vera familja í Føroyum."

Les alla røðuna her.

Framsýningin er í SMS.