18.05.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn og Sirið á altjóða ráðstevnuni Women Deliver

Eyðgunn og Sirið á altjóða ráðstevnuni Women Deliver

Landsstýriskvinnurnar, Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg, eru báðar á altjóða ráðstevnu, Women Deliver, í Keypmannahavn.

Women Deliver samstarvar vid ST, eins og við stjórnir, felagsskapir og vinnulív um allan heim við tí endamáli at fremja heilsu, javnstøðurættindi og trivnað hjá heimsins kvinnum og gentum.

- at menna kvinnur og gentur er avgerandi fortreyt fyri framburði, eisini í Føroyum, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sum varðar av javnstøðumálum og harðskapi í parløgum og nærsambondum.

- tá kvinnur og gentur trívast, trívist samfelagið og tad er galdandi fyri kvinnur um allan heim, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum hevur fingið nògv burturúr ráðstevnuni.

Women Deliver snýr seg í stóran mun eisini um heilsufaklig øki, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, er avgjørd:

-teir trupulleikar, sum fylgja vid fátækradømi, og sum gerast heilsutrupulleikar, kunnu í stóran mun loysast við, at gentur og kvinnur verða útbúnar, sigur Sirið Stenberg, sum hevur fingið nógv við á heilsufakliga økinum.

Báðar eru tær samdar um, at vit hava nógv at takka fyri heima hjá okkum, samstundis sum vit eiga at minnast til, alla tíðina, at halda fram at arbeida fyri heilsu og javnstødu.