22.06.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn røðu til prógvhandanina á skúlanum við Áir

Eyðgunn røðu til prógvhandanina á skúlanum við Áir

Í gjár, 21. juni, var hátíðarhald á skúlanum við Áir í sambandi við at 11 nærmingar hava lokið 9. floks prógv. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna var við til hátíðarhaldið, og helt røðu fyri næmingunum. Les røðuna niðanfyri:

"Góðu næmingar, avvarðandi, starvsfólk

Tað er serliga stuttligt at standa her í dag, og siga nøkur orð, nú tit - 11 næmingar á skúlanum við Áir – hava lokið 9. floks prógv. Hetta er sanniliga ein stórur dagur hjá tykkum, og tit hava tikið eitt stórt og týdningarmikið stig á lívsleið tykkara.

Útbúgving er lykilin til framtíðina. Og í dagsins samfelag gerst hesin lykilin alsamt meira týdningarmikil og neyðugur. Vegurin at koma higar, hevur verið eitt sindur øðrvísi enn hjá teimum flestu, og tað hevur kravt meira av tykkum. Og tí kunnu tit vera eyka stolt í dag, nú tit standa her við tykkara prógvum.

Men tit hava ikki bara fingið eitt prógv í dag. Tit hava eisini, við góðari hjálp og stuðli frá øllum starvsfólkunum her á skúlanum við Áir, og øðrum við, fingið nógv annað gott í beinið, sum eg eri vís í, verður ein góð barlast á víðari leiðini, um tað so er víðari í útbúgving ella í læru.

Tit hava prógva, at hóast gøtan ikki altíð er sløtt, røkka tit á mál, og tað er sera flott, og tað kunnu tit av røttum vera errin um.

Ein gamalt kinesiskt orðatak sigur, “Lærdómur er ein dýrgripur, sum fylgir sínum eigara allastaðni.“ Tað, sum vit hava lært, er dýrabart. Tað kann ikki verða tikið frá okkum, og tá vit fyrst hava lært tað, er tað lætt bera við okkum víðari í lívinum.

Lærdómur gevur okkum eisini førleikar at klára okkum sjálvi – sum eitt annað gamalt orðatak sigur: “Gevur tú einum manni ein fisk, verður hann mettur í dag, lærir tú hann í staðin at fiska, verður hann mettur restina av lívinum.” Tað býr í allar flestu okkara, at vit vilja vera sjálvbjargin og vit sjálvi avgera, hvussu vit innrætta okkara lív. Ein góður lærdómur er góð barlast at hava fyri at gerast sjálvbjargin, og hetta økir um okkara sjálvvirði og sjálvsálit.

Her á Dugna hevur leiðsla og starvsfólk sum aðalmál at síggja, hvat einstaka menniskjað kann og megnar, heldur enn at stara seg blinda á forðingar og avbjóðingar. Hetta rokni eg við, at tit, sum hava gingið her á skúlanum, kunnu taka undir við. Hesum hugsanarhátti havi eg stóra virðing fyri, og fari at takka tykkum øllum, sum starvast her á skúlanum, og í Dugna sum heild, hjartaliga fyri hetta.

Sum nakað serligt í ár hava lutfalsliga nógvar næmingar verið á skúlanum, sum upprunaliga koma úr ymsum fjarskotnum londum. Hetta er sera gleðiligt fyri allar partar. At fólk frá ymsum bakgrundum og ymsum mentanum koma saman, eitt nú í útbúgvingarhøpi, kryddar tilveruna og okkara gerandisdag, og vit síggja tingini frá øðrum sjónarhornum. Vit fáa so nógv meira, tá vit hava fjølbroyttar hugsanir á einum stað - vit skapa synergi og finna ofta øðrvísi og kreativar loysnir.

Við próvnum og við øllum hesum ymsu styrkjum, førleikum og royndum, sum tit hava ognað tykkum hesa tíðina á skúlanum við Áir, eru tit betur fyri at megna at fara víðari í lívinum.

At enda fari eg at takka fyri, at eg varð boðin við at hátíðarhalda henda stóra dag saman við tykkum í dag, og takk fyri at eg fekk høvi at siga nøkur orð. Ein serlig tøkk til stýrið, leiðslu og starvsfólk fyri tykkara stóra lut í at geva næmingunum á skúlanum nýggjar vónir og veingir at flúgva við – út í samfelagið og framtíðina.

Hjartaliga til lukku við próvnum!

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum