16.05.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn Samuelsen fer á ráðstevnu um rættindi hjá kvinnum í øllum heiminum

Eyðgunn Samuelsen fer á ráðstevnu um rættindi hjá kvinnum í øllum heiminum

Í døgunum 16.-19. mai 2016, skipar ngo-felagsskapurin ‘Women Deliver’ fyri eini altjóða ráðstevnu í Keypmannahavn.

Women Deliver er ein av fremstu forsprákarum fyri heilsu, rættindi og trivnaði hjá gentum og kvinnum í øllum heiminum. Boðskapurin hjá felagsskapinum er, at raðfesta vit trivnað og heilsu hjá gentum og kvinnum, fáa vit eina burðardygga menning.

Á ráðstevnuni verður ljós varpað á rættindi hjá kvinnum til javnstøðu og útbúgving. Høvuðsevnið á ráðstevnuni er, hvussu mál um menning hjá ST skulu setast í verk, soleiðis at tey verða øllum heimsins gentum og kvinnum at gagni.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, varðar av javnstøðumálum og umsitur Harðskaparverkætlanina “Sig frá” og Heildarætlanina um kynsligan ágang. Landsstýriskvinnan er serliga áhugað í at hoyra ymisku fyrilestrarnar um, hvussu vit kunnu basa harðskapi móti gentum og kvinnum, og hvussu fíggjarliga støðan hjá kvinnum í samfelagnum verður styrkt.

Triðja hvørt ár skipar felagsskapurin fyri altjóða ráðstevnu, og hetta er fjórðu ferð, at ein tílík ráðstevna verður hildin. Felagsskapurin væntar, at eini 5.000-6.000 luttakarar frá yvir 150 londum, koma á ráðstevnu. Millum tey, ið verða við á ráðstevnuni, eru heimsleiðarar, fakfólk, fjølmiðlar og umboð frá bæði myndugleikum og vinnulívi.