19.12.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn Samuelsen helt røðu til framløgu av bókini Kvinnur í kommunupolitikki

Eyðgunn Samuelsen helt røðu til framløgu av bókini Kvinnur í kommunupolitikki

Í gjárskvøldið, 18. desember, skipaði Demokratia fyri bókaframløgu í sambandi við, at bókin "Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018" er komin út. Tiltakið var í Mettustovu, har millum aðrar Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna helt røðu. Landsstýriskvinnan hugleiddi um tey fyrstu árini hjá sær í kommunalpolitikki, og segði millum annað:

"Hesi bæði dømini frá míni tíð í kommunalpolitikki lærdu meg tvey ting: at summi mál koma ikki veruliga á skrá, fyrr enn kvinnurnar fara í politikk, og at skalt tú útrætta nakað, so skalt tú fara eftir sessunum, har valdið er. Tað hava vit kvinnur ikki so lætt við, men tað er neyðugt!"

Til ber at lesa alla røðuna her.