05.10.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn Samuelsen umrøtt javnstøðumál á norðurlendskum ráðharrafundi

Eyðgunn Samuelsen umrøtt javnstøðumál á norðurlendskum ráðharrafundi

Menn og javnstøða og Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum vóru millum evnini á fundi í Helsinki mánadagin. Norðurlendsku ráðharrarnir við javnstøðumálum umrøddu ymisk mál og evni, sum eru á breddanum í øllum londunum.

-Javnstøða er eitt mál fyri øll, kvinnur eins og menn. Skulu vit skapa trivnað og samstundis fáa samfelagsligan vøkstur og menning, er týdningarmikið, at allir borgarar kunnu skipa sín gerandisdag sambært egnum evnum og raðfestingum, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna. Hon heldur tað tí vera týdningarmikið, at javnstøðupolitikkurin alla tíðina verður umrøddur.

Eftir norðurlendska ráðharrafundin var eisini fundur í sokallaða NB8 bólkinum,  sum eru norðurlendskir ráðharrar saman við ráðharrum í Eystrasalti.

Á tí fundinum vórðu serliga tvey evni umrødd: Samstarv á javnstøðuøkinum og Kynjamismunur og Haturstala (hate speech) í almenna rúminum.

Á myndini eru javnstøðuráðharrar í norðurlondum og í Estlandi, Letlandi og Litava, sum tóku lut á fundi í Helsinki