09.03.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn Samuelsen vitjað Kvinnuhúsið

Eyðgunn Samuelsen vitjað Kvinnuhúsið

Fyrr í vikuni vitjaði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Kvinnuhúsið. Í Kvinnuhúsinum, sum hevur virkað síðan 1990, kunnu kvinnur fáa friðskjól og ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Til ber at búgva á Kreppumiðstøðini eitt tíðarskeið, saman við møguligum børnum.

Landsstýriskvinnan fekk høvi at síggja umstøðurnar og frágreiðing um virksemið. Í 2016 vóru 488 áheitanir til Kvinnuhúsið, 6 kvinnur og 5 børn gistu á Kreppumiðstøðini.

Á Kvinnuhúsinum eru 3 starvsfólk, umframt at 35 kvinnur arbeiða sjálvboðið í vaktarskipanini. Tær gera tað møguligt hjá kvinnum, útsettar fyri harðskapi, at ringja og/ella flyta inn á Kreppumiðstøðina alt samdøgrið.

Heildarætlanin “Harðskapur í parlagi og nærsambondum” ger tað møguligt hjá kvinnum, útsettar fyri harðskapi, at fáa ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi, tulk og keyp av neyðsynjarvørum.

Kvinnuhúsið skipar fyri samrøðubólkum, har kvinnur, ið eru ella hava verið, útsettar fyri harðskapi hittast, deila upplivingar, finna loysnir og stuðla hvørji aðrari.

Á myndini eru umframt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna og Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, nevndarlimir, leiðari og starvsfólk í Kvinnuhúsinum.