06.06.2018 · Almanna- og mentamálaráðið

Eyðgunn við til árliga sálarheilsudagin í Vági

Eyðgunn við til árliga sálarheilsudagin í Vági

Mánadagin 4. juni 2018 var árligi sálarheilsudagurin, sum Almannaverkið skipar fyri, hildin, hesuferð í Vági. Dagurin var sum altíð væleydnaður, við góðari uppmøting og nógvum stuttligum kappingum.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna tók lut á ítróttardegnum, og helt eina røðu, sum kann lesast niðanfyri.

"Góðu tit øll

Takk fyri, at eg aftur í ár eri boðin við til tykkara ítróttardag, og at eg aftur í ár fái høvi at siga nøkur orð. Eg gleði meg á hvørjum ári til henda dag, har vit stuttleika okkum saman og eisini kappast um at vinna.

At vera fysiskt virkin er sunt, tað vita vit øll, og tá mann samstundis hevur tað stuttligt, so er tað heilt einastandandi. Tað er eisini umráðandi fyri okkum menniskju at vera saman við øðrum, bæði saman við teimum, sum vit kenna frammanundan, og at vit knýta nýggj bond. Góð sambond koma ikki av sær sjálvum, og tað er umráðandi, at vit brúka tíð og orku til at halda góð vinabond við líka, samstundis sum vit eru opin og vilja møta nýggjum fólkum og fáa nýggjar vinir.

Fyri at styrkja okkara sálarheilsu kunnu vit gera nógv. Umframt at vera virkin og knýta bond, er tað eisini umráðandi fyri okkara sálarheilsu, at vit eru nærverandi í løtuni og at vit eru forvitin, og at vit brúka allar okkara sansir. Tað er samstundis týdningarmikið, at vit hava áræði at royna nakað nýtt, og at vit kenna, at vit megna at gera ting – um so tað bara eru minni ting, so er tað gott at merkja at vit kunnu.

Hetta, at royna nakað nýtt, kann eisini vera at fara eitt nýtt stað – sum hesaferð nú ítróttardagurin verður hildin í Vági, at vit gera onnur ting, enn vit gera í dagligdegnum, at vit eru saman við fólki, sum vit kanska ikki hava sæð áður, at vit eru opin og vilja vera við til at gera, at onnur fáa eina góða løtu - alt hetta er við til at styrkja okkara sjálvsfatan og sjálvvirði.

Tað er tíverri ein av lívsins fortreytum, at vit onkuntíð møta mótgang, og koma í støður, sum eru truplar. At vit av og á snáva og vera liggjandi eina løtu, til vit so aftur reisast. Kósin broytist, og vit byrja møguliga umaftur. Summi hava lættari við at fóta sær, onnur mugu stríðast meira fyri at koma undan. Tað snýr seg eisini um okkara hugburð til lívið, hvussu møta vit mótgangi, men eisini hvønn hugburð samfelagið rundan um teg hevur til teg og tínar avbjóðingar.

Tíbetur hava vit eitt gott vælferðarsamfelag, sum loftar, stuðlar og hjálpir, tá í harðast leikar á. Og tíbetur hava vit gjøgnum tíðirnar blivin betur at skilja hvussu vit skulu handfara ymiskar avbjóðingar. Tíbetur er grundfatanin í dag, at vit eru nakað og vit megna nakað, og hjálpin er at hjálpa okkum at arbeiða við tí, sum vit kunnu. Heldur enn at fokusera upp á tað, sum vit ikki megna.

Ítróttardagurin í dag er hildin júst í hesum anda. At vit luttaka útfrá okkara givnu fyritreytum og royna okkara besta. Eg vil at enda takka tykkum fyrireikarum og starvsfólkunum í Almannaverkinum fyri aftur í ár at hava skipað fyri hesum degi. Við hesum hava tit givið øllum okkum luttakarunum ein góðan og gevandi dag, sum vit seint fara at gloyma. Og fari eg at ynskja tykkum øllum ein framhaldandi góðan dag og kvøld.

Takk fyri!"

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum