09.05.2019 · Almanna- og mentamálaráðið

Familjuískoyti til tey við lægstu inntøkunum hækkar

Familjuískoyti til tey við lægstu inntøkunum hækkar

Fyrr í vár legði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, uppskot fyri Løgtingið, sum hevur við sær, at familjuískoytið til familjur við lægstu inntøkunum hækkar munandi. Lógarbroytingin er nú samtykt, og hækkaða veitingin kemur í gildi beinanvegin. Lógarbroytingin gevur eisini heimild fyri, at kvinnur, sum uppihalda sær á Kvinnuhúsinum saman við sínum børnum, kunnu fáa familjuískoyti.

Familjuískoyti er ein fíggjarligur stuðul, sum verður veittur barnafamiljum, sum hava lágar inntøkur, og sum ikki hava ognir av týdningi. Tað eru bæði stakir uppihaldarar og pør við børnum, sum kunnu fáa familjuískoyti. Hjá teimum við lægstu inntøkunum hækkar familjuískoytið við 2.000 kr. um mánaðin soleiðis, at familjur við einum barni nú kunnu fáa upp til 4.000 kr. um mánaðin (skattafrítt). Fyri hvørt barnið aftrat tí fyrsta hækkar familjuískoytið við 500 kr. um mánaðin.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at tað kann hava serliga neiliga ávirkan á børnini, tá familjan er fátøk, og endamálið við broytingini er sostatt at fyribyrgja barnafátækradømi.