20.10.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Familjur við lágum inntøkum kunnu nú fáa oljuískoyti

Familjur við lágum inntøkum kunnu nú fáa oljuískoyti

Eitt samt Løgting hevur nú samtykt uppskotið um oljuískoyti, og familjurnar, sum eru fíggjarliga ringast fyri, fara sostatt at fáa ein fíggjarligan styrk.

Oljuískoyti er ein fíggjarligur stuðul á 10.000 kr., sum verður veittur húskjum, sum hava lágar inntøkur, og sum ikki hava ognir av týdningi. Ein treyt fyri at fáa oljuískoyti er, at húskið ikki hevur ognir fyri meira enn 50.000 kr. Um tað eru trý ella fleiri vaksin í húskinum kann ognin vera upp til 70.000 kr. Tað er bert innistandandi peningur og virðisbrøv, ið telur sum ogn.

Almannaverkið er longu farið undir fyrireikingarnar og verður ein av komandi døgunum til reiðar at móttaka umsóknir um oljuískoyti. Treytin fyri at fáa rætt til oljuískoyti er, at Almannaverkið hevur móttikið umsóknina í seinasta lagi 30. november í ár.