02.09.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Fíggjarligur stuðul til børn og ung á stovni, og til fólk, ið sita í varðhaldi

Fíggjarligur stuðul til børn og ung á stovni, og til fólk, ið sita í varðhaldi

Kunngerð um at veita fíggjarligan stuðul til børn og ung á vardum bústaði ella á stovni og til fólk, ið sita í varðhaldi, er nú sett í gildi.

Við kunngerðini fáa børn og ung, ið eru í somu fyriskipan ta somu upphæddina í stuðli, uttan mun til um hesi eru undir ella yvir 18 ár.

Stuðulin til børn og ung í almennari fyriskipan verður veittur sum stuðul til persónligan tørv, og sum stuðul til tær útreiðslur, ið standast av uppihaldinum.

Við kunngerðini kunnu fólk, ið eru frælsisskerd við dómi fáa fíggjarligan stuðul, um hesi annars ikki hava ogn, ið kann nýtast til uppihalds. Hesi fáa í dag eina fasta veiting sambært forsorgarlógini. Við kunngerðini verður stuðulin veittur sum stuðul til persónligan tørv, stuðul til hjálp at uppihalda barni, og stuðul til rímiligar bústaðarútreiðslur, heldur enn sum føst veiting sambært forsorgarlógini.