14.05.2021 · Almanna- og mentamálaráðið

Føðingardagsheilsan nú Javni fyllir fimmti ár

Føðingardagsheilsan nú Javni fyllir fimmti ár

Til lukku Javni!

Hjartaliga til lukku við fimmti ára degnum, Javni, og øll, sum á ymsan hátt varða av føðingardagsbarninum!

Av hjarta takki eg tykkum fyri stóra arbeiðið, sum tit nú í eina hálva øld hava gjørt fyri øll fólk í Føroyum, sum hava menningartarn og fyri teirra avvarðandi.

Tað er í alstóran mun Javna fyri at takka, at vit hava eitt rúmligt og litfagurt samfelag.

Eitt samfelag, har tað ber til hjá øllum at hava eitt virkið lív, at kunna taka lut og at hava innihald í gerandisdegnum.

Seinastu dagarnar hava vit hoyrt um søguna, tá Javni sá dagsins ljós og vit hava hoyrt um tær eldsálir, sum stóðu aftan fyri.

Hetta vóru fólk, sum sóu stóra tørvin og sum tí brettu upp um armar at fáa betri umstøður til teirra, sum høvdu menningartarn.

Eg fari ikki at nevna nøvn, tí tit eru nógv, men eg fari at ynskja tykkum øllum – og okkum øllum – hjartaliga til lukku við fimmti ára degnum.

Tit gera Føroyar til eitt betri land at liva í.

Takk fyri tað og fyri gott samstarv.

Bestu ynski til tykkum øll!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum