05.10.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Fólkapensjón og fíggjarlóg

Fólkapensjón og fíggjarlóg

Føroyski fólkapensjonisturin fær komandi ár meira pening at liva fyri, enn hann hevur í dag.

Umrøðan seinastu dagarnar gevur eina heilt aðra mynd. Eina ófullfíggjaða mynd.

So skjótt, samgongan tók við í fjør, hækkaðu vit inntøkuna hjá pensjonistunum, og 1. januar 2021 hækkar inntøkan uppaftur meira, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Ein ógiftur pensjonistur fær – eftir at skattur, heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald eru tikin av – góðar 1.280 krónur meira at liva fyri um mánaðin í 2021, enn hann ella hon fekk í 2019. Íalt hevur ógifti pensjonisturi 12.550 krónur um mánaðin at liva fyri.

Fyri hjún er hækkingin 2.500 krónur í mun til 2019. Eini hjún fara at hava íalt knappliga 22.000 krónur eftir um mánaðin at liva fyri.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur raðfest korini hjá fólkapensjonistum í uppskotinum til fíggjarlóg, sum lagt er fram.

Hesa komandi vikuna fer løgtingið at viðgera fíggjarlógaruppskotið.

”Vónandi fáa vit eitt gott og gevandi orðaskifti, har uppskotið verður viðgjørt í sínari heild,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum fegnast um, at tað hevur eydnast henni at fáa hesar raðfestingar við í fíggjarlógaruppskotið.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum