22.12.2020 · Almanna- og mentamálaráðið

Fólkapensjónin hækkar aftur á jólum

Fólkapensjónin hækkar aftur á jólum

Fólkapensjónin, sum verður útgoldin í morgin, hækkar aftur. Upp á eitt gott ár er inntøkan hjá flest øllum fólkapensjonistum hækkað við umleið 1.250 kr. um mánaðin.

Og tá fólkapensjonistar næsta mánað aftur fáa ein skattalætta, umframt hægri útgjald frá samhaldsfasta, er samlaða inntøkan hjá ógiftum pensjonisti komin uppá uml. 12.550 kr. aftaná at skattur, heilsutrygdargjald og kringvarpsgjald er farið av. Hetta er til pensjónist, sum ikki hevur aðra inntøku enn fólkapensjón og Samhaldsfasta. Eini hjún, har bæði fáa fólkapensjón, fara at fáa knappliga 22.000 kr. tilsamans, aftaná skatt og gjøld.

Við útgjaldinum hesaferð er tað grundupphæddin, sum aftur hækkar við 290 kr. Hetta er úrslit av lógaruppskoti, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, legði fyri Løgtingið seinasta ár, og sum nú fær virknað.